Lýsing
Lýsing
Lýsing

Huaweimálið - fær tað avleiðingar fyri KVF?

SKRIVAÐ: Jóhan Eli L. Poulsen, Løgtingsmaður  |  12.12.2019 - 21:54 Politikkur Tíðindaskriv

Nú um dagarnar hevur nógv fokus verið rundan um sokallaða “Huawei-málið”, har KVF hevur víst á eina upptøku, teir av órøttum hava tiltuskað sær, og síðani fingið fútabann fyri at miðla. Bert KVF hevði hesa upptøku. Av ókendum orsøkum er hon endurgivin í Berlingske um dagarnar, hóast fútabann er sett fyri at brúka hana.

Tað er sera skaðiligt fyri okkum sum land og tjóð, at almenna Kringvarpið soleiðis avlurtar trúnaðar samrøður og almannakunngerð tær, landi og fólki til bága. Tað er á markinum til landasvik, at stovnurin setur okkara land í ringt ljós. Stór virðir standa upp á spæl. Spurningurin er eisini, um fólk kunnu hava álit á KVF, tá tey arbeiða á slíkan hátt. Kringvarpsstjórin sigur í miðlunum í kvøld, at KVF hevur ikki útflýggjað upptøkurnar. Tað kann undir ongum umstøðum vera rætt. Tað kann bara vera úr KVF, at upptøkan er likin, tí teir vóru teir einastu, ið høvdu atgongd til hana.

 

Tí hesar spurningar:

1. Fer Landsstýrismaðurin at áleggja Kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkuna um “Huawei-málið”
2. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri KVF, at teir hava tiltuskað sær upplýsingar á óvanligan/ólógligan hátt?
3. Hvussu ætlar Landsstýrismaðurin at tryggja sær, at tað framyvir ikki verður miðlað út av statsgoldnað stovninum, KVF, upplýsingar, ið kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda?

Jóhan Eli L. Poulsen
Løgtingsmaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar