Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgonguleiðararnir eru í miðlameldrinum kring allan heimin í hesum døgum orsakað av eini mikrofon hjá Kringvarpinum | Mynd: John William Joensen

Jørgen: Kringvarpið skapt alheimssøgu út frá ongum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2019 - 22:23 Politikkur Tíðindi Vinna

Útleggingin, sum KVF hevur staðið fyri; er als ikki í trá við fundin. Eg var har og veit hvat var sagt. Har vóru als ongar hóttanir, sigur Jørgen Niclasen í kvøld á facebook-vanganum hjá Fólkaflokkinum

Í kvøld sendi Jóhan Eli L. Poulsen út tíðindaskriv har hann spyr um leiklutin hjá Kringvarpinum í Huawei málinum. Tíðindaskrivið er blivið deilt á facebook vanganum hjá fólkaflokkinum.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sum sjálvur var við á fundinum við kinesisku myndugleikarnar svarar á sama vanga soleiðis til tíðindaskrivið hjá partamanninum Jóhan Eli L. Poulsen:

Àhugaverdur spurningur. Sjálvur var eg á fundinum og kenni meg slett ikki aftur í umtaluni. Men Kvf hevur skapt eina alheimssøgu út frá ongum. Persónar, sum slett ikki hava verið á fundinum, verða nú endurgivnir um alla verðina. Tað er skaðiligt fyri Føroyar. Útleggingin, sum KVF hevur staðið fyri; er als ikki í trá við fundin. Eg var har og veit hvat var sagt. Har vóru als ongar hóttanir. Tillukku KVF.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…