Lýsing
Lýsing
Steintór við bókini "Ein er tíðin at liva"

Ummæli: Bindiklubbakonurnar hava lagt stokkarnar

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  13.12.2019 - 06:44 Mentan Tíðindi

“Ein er tíðin at liva” er fimta, og mangt bendir á seinasta, bókin í røðini um Bjørg, Biritu, Ronju, Mariu, Anitu og Tarinu og byggir á undanfarnu bøkurnar í krimirøðini. Høvundurin vil við hesi bókini seta eitt punktum, og tað ger hann við eini seinastu gátu, ið er bæði original og realistisk samstundis.

Eins og forleypararnir er “Ein er tíðin at liva” ein løtumynd av føroyska samfelagnum. Har hinar oftast hava havt politikk sum fremsta subplott, er tað í hesi bókini átrúnaðurin, sum fær fokusið. Politikkurin er ikki sleptur, men er fluttur meira í bakgrundina.

Høvuðsplottið er, at ein ungur kristin drongur av Viðareiði, ið tvær av bindiklubbavinkonunum kenna frammanundan, hvørvur. Drongurin verður lýstur sum evnaríkur, men sum komin í klórnar á einum karismatiskum prædikumanni úr Hvannasundi, ið er ein karikaturur av øllum tí versta, ein kann hugsa sær um prædikumenn. Hesin útnyttar trúnna hjá fólki til egnan vinning í besta psykopatiska stíli, uttan at iðra seg um nakað á leiðini.

Vit fylgja politistunum í kanningararbeiðinum, men verða javnan førd út á síðuspor. At bókin roynir at vera so realistisk sum gjørligt – nakað sum verður undirstrikað av, at Norðvík á fólkaatkvøðu hevur broytt navn aftur til Klaksvík – er týðiligt; veruligt kanningararbeiði er eisini merkt av síðusporum og blindvegum. Høvundurin villleiðir sostatt ikki tilvitað lesaran; blindgøturnar eru blindgøtur, sum eisini koma fyri í veruliga lívinum.

Landsstýriskvinnan fyri Grøna Flokkin, ið gjørdist seytjandi “maðurin” seinasta val er nú á veðurlagsráðstevnu, og løtubæri tíðarandin er alla tíðina til staðar í bókini. Vit hava sostatt við eina sosialrealistiska skaldsøgu at gera, sum allan vegin ger samfelagsligar, eins og átrúnaðarligar, eygleiðingar og relaterar tær til høvuðspersónarnar í skaldsøguni.

Bygnaðarliga byrjar bókin eftir góða gamla “whodunnit”-modellinum. Er ein brotsgerð framd, og hvør hevur í so fall framt hana? Men lesarin verður óvanliga tíðliga varugur við, hvør antagonisturin er, og síðani flytur spenningsmomentið frá whodunnit til hvussu hann skal fellast. Og júst hvat er hent við dronginum, verður heldur ikki avdúkað fyrrenn heilt til endans.

Til tíðir kann tað tykjast ørkymlandi, at man sum lesari situr við kensluni av, “Hvat skulu vit brúka hesar upplýsingarnar til?”, men bókin hevur ein forloysandi “payoff” seinni, tá træðrirnir verða vovnir saman aftur, so lesarin verður ikki svikin, hóast hann til tíðir kann óttast at verða tað.

Motivini í hesi skaldsøguni eru kensluborin, kanska sera tí tey eru so realistisk og tí mong munnu kenna seg aftur í teimum. Umsorganarsvik er afturvendandi, ungdómstrupulleikar somuleiðis, føroyskur býtispolitikkur, átrúnaðarlig inndoktrinering, stigmatisering, álitisbrot og sosialur arvur eiga øll sítt pláss í krimiskaldsøguni. Serliga kensluborin er lýsingin av lagnuni hjá einum miðaldrandi viðoyingi, sum er tyngdur av ongantíð at vera roknaður fyri nakað.

Krimiskaldskaparliga velur hendan seinasta bókin í røðini “action” fram um “suspense”. Í hesi bókini fáa vit biljagstran, skotvápn og mannasmugling, og er hon soleiðis meira beinleiðis enn forgangararnir. Kenslurnar hjá persónunum í skaldsøguni sita meira uttaná, og við undantaki av tí psykopatiska antagonistinum eru allir persónarnir sera menniskjaligir. Lesarin merkir veruliga bæði samvitskubit og beiskleika, tá hann lesur.

Heldur óvanligt fyri genruna er ilt at peika á ein einstakan høvuðspersón, og av tí sama fær lesarin ikki fylgt við honum. Við einum góðum vilja kann man tó siga at teir báðir politistarnir eru høvuðspersónar, tí tað er teimum, vit fylgja mest, og sum uppklára størstapartin av plottinum fyri okkum. Men ikki alt.

Sum heild heldur høvundurin seg væl innanfyri karmarnar av genruni, bæði teir skrivaðu og teir óskrivaðu. Lík eru við, tí tey eiga at vera við, men tey fella ikki til høgru og vinstru, og tað er góður krimiskaldskaparsiður. Ongir av teimum meira bíligu útvegunum so sum at stór brotsmannasyndikat ella ein butlari gjørdi tað verða heldur valdir. Gerningsmaðurin er eitt menniskja, sum hann eigur.

Íslendski krimihøvundurin Arnaldur Indriðason tykist hava verið Steintóri til íblásturs. Ikki við sínum Sam Spade-líknandi detektivi, Erlendi Sveinssyni, men í bygging og frásagnarstíli. Bókin hevur eina ikki-liniéra hendingagongd, og innímillum eru stuttir kapitlar við skákskrift, júst sum vanligt er hjá Indriðasyni. Hetta eydnast rímiliga væl, og verður brúkt at útdýpa hugsanirnar hjá lyklapersónum.

Við kritiskum brillum kann ein siga, at bindiklubbakvinnurnar ikki reiðiliga koma til sín rætt í hesum tekstinum. Tær eru við, tí tær skulu vera við fyri at bókin kann skriva seg inn í røðina, men flestu teirra eru nú óneyðugar fyri veruliga plottið. Bert tvær teirra standa í beinleiðis relatión til tað. Á tann hátt er bókin meira leys av bindiklubbanum, ið gamaní fær eina ávísa rúmd, men minni enn ein kundi væntað. Hetta kann tó vera ein tilvitað roynd at útfasa leiklutin hjá bindiklubbanum, sæð í ljósinum av, at bókin er ætlað sum tann seinasta í røðini.

Høvundurin fer beint í fleskið á nertingaróttanum í føroyska samfelagnum. Hvussu lærarar og próvdómarar í føroyska fólkaskúlanum eru prísgivnir, tá teir ikki sleppa at viðmerkja beinleiðis, at tað ikki er skilagott at taka átrúnaðarligar “frágreiðingar” inn við sær til próvtøkur í lívfrøði, alisfrøði, søgu ella aðrar vísinda-baseraðar lærugreinar. Hesi balansugongd og dupulta bókhaldinum hjá próvdómara, har fyrilit skulu takast fyri átrúnaðarligu sannføringini hjá næmingunum, hóast tað besta hevði verið ikki at gjørt tað, verða vit beinanvegin í bókini konfronterað við.

Boðskapurin í bókini er ikki so eintýðugur. Høvundurin skjýtur við høglum, ið spjaðast breitt, tó tey flestu eftir átrúnaði. Soleiðis hevur bókin heldur onga veruliga moralu, men er meira ein samfelagskritisk lýsing av serliga leiklutinum hjá átrúnaði í føroyska samfelagnum. Motivini í bókini eru flestøll av slagnum, sum liggja beint undir yvirflatuni og ulma, men sum ikki eru frammi í beinleiðis orðaskiftinum. Her skravar høvundurin í yvirflatuna og tekur tey fram í ljósmála, men við pessimismu. Ynskiligt er, at vit kundu broytt okkum til tað betra, men útlitini fyri tí eru ikki góð.  

Skrivingarlagið er lætt og hóskar heilt væl til krimiskaldskap. Ongar fløktar útskriftir av rættarúrskurðum, ongi orð frá víkingatíðini, sum puristar royna at geva kunstigan andadrátt, og bókin gerst ongantíð torskild málsliga. Vit eru alla tíðina niðri á jørðini, og á tann hátt sampakkar tað væl við huglagið og sosialrealistiska stílin í bókini. Ongin er “larger than life” í hesi bók, og tað er málburðurin heldur ikki.

Krimiskaldsøgan vísir eitt breitt innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og er undirhaldandi at lesa. Tað, sum tó fyrst og fremst gevur henni sítt virði, er, at hon óvanliga beinleiðis viðger fleiri av teimum føroysku “elefantunum í rúminum”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…