Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Flestu jólini byrjaðu uppi hjá Esmar, og eini endaðu á Jóan Jakkusa brúgv!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  18.12.2019 - 10:00 Bloggur Mentan

Vit, sum hildu jól fyri seksti árum síðandi ella meira, upplivdu helst jólini ørvísi enn tey ið eru børn nú.  Og tað er ikki bara fyri at tosa um góðu gomlu dagarnar, tí í  veruleikanum, so munnu tey vera fá av okkum, ið ynskja okkum aftur til teir góðu gomlu dagarnar, tí teir vóru, hóast alt, ikki bara góðir. Tað hevði helst verið torført nú at liva uttan allar teir hentleikar og allar tær tænastur vit taka sum eina sjálvfylgju í dag.

Einaferð seint í oktobur, ella fyrst í novembur, so varð at fara niðan í Kunoyarbrekkuna í handilin hjá Esmar at ”bestilla” eitt jólatræ. Handilin hjá Esmari er, sum so mangir aðrir grannalaghandlar, ikki til longur. Men, har miðskeiðis í brekkuni helt handilin hjá honum til í mong ár, og har hevði grannalagið sína dagligu gongd í handilsørindum. Frá Esmari fingu vit at vita nær áleið, vit kundu væntað at trøðini komu til Klaksvikar, við Tjaldrinum ella onkrum øðrum skipi hjá Skipafelagnum.

Og so var skjøtil, sum so, settur á jólini. Men, enn var kortini langt eftir á mál. Novembur skuldi afturum fyrst, og so komu jólakalendararnir - ikki við góðgæti ella gávum til hvønn dag til 24., men við hugnaligum tekningum handan hvørja loku. Desembur manaður var hugfarsligur - men, sum tíðin kundi kennast long. Samdøgrini dragnaðu, so hvørt jólaaftan nærkaðist, og tess nærri tað leið til hin 24., alt longri tyktust samdøgrini, og at enda kendust tímarnir sum ár.

Men, glottar vóru á leiðini – teirra millum vóru sýnisgluggarnir í handlunum hjá Kjølbro, og fyri okkum Stengabørnum, serliga handlarnir á Varpini og á Stongunum. Gerandis heimurin hjá okkum endaði undir Biskupstøðsbøðnum  - umframt skúla, kirkju ella møti, og kanska fótbólt, so høvdu vit ikki fyri neyðini at fara longur heim. Gerðar, Uppsalir, Vágsheygur., Vágur, Selheyggjar, Víkarnar og alt annað, kendist mest sum avbygd og ein annar heimur.  Tí, lækni helt til á Gørðum, og skuldu vit á posthús ella apotek, so fóru vit við ferjuni – at frá til gongu um Vánna hugsaði ongin um.

Fyrst í desembur frættist so, at nú var grátt pappír komi fyri sýnisgluggarnar á Varpinum og á Stongunum, og vit bíðaðu í spenningi eftir at tey lótu sýnisgluggarnir uppaftur, væl prýddir til jólar, og tað var undirhald eins gótt og sjónvørp, teldur og teldlar. Serliga vóru tað elektrisku nissurnar í sýnisgluggunum í Timburhandlinum  á varpinum, sum hugtóku okkum, tí tær vóru ”livandi”, og líktist fólki vit kendu.

Og so var tað ”jólatræið” – tað er jólatræið í Vágstúni, sum vit hildu vera heimsins stórsta og vakrasta, tí fá ella ongin av okkum høvdu sæð ein grannskóg, verið uttanlands, ella enntá í plantasjuni í Havn. Tað var ein heilt serlig løta, tá hornorkestri, ið tá var ungt, spældi jólaløg og ljósini vórðu tendrað.

Umframt alla aðra jólastákan, so hoyrdu jólabløðini eisini við til jólahugnan. Mín jólabók, var nærmast ein sjálvfylgja, Somuleiðis Jólaboð og seinni Hugnalig Jól, og fleiri av stangar- og garðakonunum trúðu eisini uppá Ved Julelampens Skær, og øll tey donsku vikubløðini vóru somuleiðis jólaskrýdd.

Fyri okkum mátligu bleiv tað serliga hugnaligt, tá køkuroykurin fór at fylla húsið, samstundis, sum vit høvdu eina vóna um at fáa ein bita burturav, og at veðra leingi uppi meðan tey lurtaðu eftir jólaheilsanum frá Kalunborg Langbølge, har hjartkipt neyðardýr av útisetum noyddust uppá leikpallin í stóra konsertsalinum i Radiohúsinum hjá DR, meðan ein fjøld av landsmonnum hugdi at, og ein enn størri fjøld av føroyingum sótu nærmast límaðir at radiotólunum heima í Føroyum.

Jólatræið frá Esmari kom loksins, men! Vit fingu ikki loyvi til at síggja tað aftur fyrrenn klokkurnar høvdu ringt út eftir guðstænastuna jólaaftan. Rullugardinurnar fóru fyri vindeyguni í dagligstovuni, og vatt í lyklarholini – onki við at lúra! Veruligu jólini byrjaðu klokkan seks jólaaftan og vardu til trettanda kvøld – soleiðis var tað tá.

Eini jól stóð eg ótolin á hjallstrappuni og bíðaði eftir at Magnus Arge fór at fara upp í tornið í gomlu kirkju at ringja út. Um ættin var lagalig so hoyrdu vit væl klokkuna norður á Stengur. Endiliga ringdi gamli tríggjar ferðir trý sløg. Men, eg skilti straks at okkurt var galið við jólafriðinum, tí menn fóru rennandi oman gjøgnum Garðabrekkuna og Dávabrekkuna, og málageipan hoyrdist í túninum. Tá papi okkara kom aftur úr kirkju, fór hann beint í kjallaran og lat seg í arbeiðsklæðir.

Grindaboð! Grindaboð! Hvat billaðu tey sær inn? Grindaboð jólaaftan? Men, har var onki at gera, í staðin fyri dunnu, gás, fleskasteik, ella ræstan sperðil, so gingu vit á Jóan Jakkusa brúgv í myrkrinum sjálvan jólaaftan.

Og morgunin eftir komu seðlarnir út. Tey gomlu søgdu at talan var um eina sanna Guðs gávu, tí jólagrindir vóru tiltyknar at vera góðar. Vit børn høvdu helst ilt við at fáa eyga á hesa Guðs gávuna, og hildu hana vera meira av einum forstýrilsi. Men, soleiðis er eygað í sær!

Nú eru flestu frystiboksir á tremur, og tí fær grindin helst frið at svimja jólaaftan.  Men, annars: Gleðilig jól!

P.S.! Tey ið minnast hesa jólagrindina, minnast ikki øll somu ræðfylgjuna, sum undirritaði – men, soleiðis er minnið

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund