Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindurin fer at minka í kvøld og í nátt. Seinnapartin í morgin er bert eitt lítið lot av útnyrðingi. Seinnapartin týsdagin fer vindurin at veksa aftur. Um kvøldið eru 13 til 18 m/s í miðalvindi úr útsynningi kring landið. Soleiðis sær út í løtuni. | Mynd: Undirritaði

Eitt fitt lot gamlaárskvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.12.2019 - 15:24 Tíðindi Veðrið

Í dag er eitt lágtrýst yvir Íslandi, og tað dregur luft til sín av leiðunum í miðjum Norðuratlantshavi. Tað fer sín veg í nátt eysturum og langt frá okkum. Í tess stað kemur eitt annað lágtrýst at standa í júst sama stað týskvøldið.

Tí rokna veðurfrøðingar, at soleiðis sum veðrið hevur verið seinnapartin í dag, verður eisini veðrið gamlaárskvøld – kanska eitt lítið sindur meira vindur.

Hvussu er so veðrið nú – seinnapartin sunnudag?

Inni á vedrid.fo er 6 veðurstøðir. Støðin í Mykineshólmi mátar 24 m/s í miðalvindi í løtuni (klokkan 15) úr útsynningi. Hinar 5 støðirnar siga frá minni vindi úr somu ætt – minst er á Kirkju, har eru 11 m/s. Ikki løgi, at hesin munur er, tí vindurin kemur til Mykineshólm fyrst, og hann skal upp um nógv fjøll, áðrenn hann er í Fugloy ella við hinar mátistøðirnar.

Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í løtuni, soleiðis kunnu vit vænta veðrið seinasta kvøldið í árinum.

Gevið gætur, at tá ið lágtrýstini koma so nær okkum, skal bert heilt lítil broyting til, soleiðis at veðrið ikki verður sum spátt.

Vit fáa at síggja…

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026