Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mangt skal man hoyra !

SKRIVAÐ: Sirið Stenberg  |  03.01.2020 - 23:19 Politikkur Tíðindaskriv

Nei Helgi, Sirið fekk onga yvirtøku og "tit" fingu onga rokning.

Sum landsstýrisfólk arbeiðir tú ikki fyri eg sjálvan, men fyri løgtingið- føroya fólk. Føroyar hava tí fingið ræði á kortmyndugleikanum og skulu sjálvsagt gjalda fyri tað.

Yvirtøkudagurin var 1. jan 2020 og arbeiði er væl fyrireikað av okkara embætisfólkum saman við dønum. Tað er eitt fløkt og vitanartungt økið, sum krevur nakað. Tað eru vit samd um. Men at siga, at fólkini ikki hava gjørt sítt arbeiði er óhoyrt. Og játtan til 2020 var í fíggjarlógaruppskotinum.

Vit valdu ikki at fara við nakrari eykajáttan beint uppundir val. Tað kann man vera samdur ella ósamdur í. Men tit vóru eftir eykajáttan og tú fekk peningin. Vit tóku ikki undir við at játta omanfyri 100 mió. í eykajáttan, sum var samlaða upphæddin. Vit hava grundgivið væl fyri tí.

Undir viðgerðini av eykajáttanini var landsstýrismaðurin á røðarapallinum og segði, at hann ætlaði sær ikki at seta yvirtøkuna í verk um vit í andstøðuni atkvøddu ímóti teimum 400.000 kr. Landsstýrismaðurin hótti beinleiðis við at gera ímóti løgtingssins vilja. Tað kunnu øll hoyra um tey vilja.

At landsstýrismaðurin hevur slíkan illviljað móti yvirtøkuni-yvirtøkum er sín søk. Vit hava loyvi at vera ósamd. Men eitt landsstýrisfólk skal útføra løgtingsins vilja. Og løgtingið hevur samtykt yvirtøkuna og Umhvørvisstovan skal umsita økið.

So kunnu vit hugsa okkum til hví Landsstýrið minkaði játtanina til Umhvørvisstovuna við 2 mió. kr. og fíggjarnevndin so minkaði játanina við 500.000 afturat. Umhvørvisstovan skal klara seg við 2,5 mió. kr. minni við øktum uppgávum.

Í míni tíð í landsstýrissessinum minnist eg meg ongantíð hava lagst eftir mínum undanmonnum og kvinnum. Hetta í virðing fyri embætinum, løgtinginum og fólkinum, men eisini hetta er broytt. Tíverri.

So Helgi, tú sum landsstýrismaður kundi valt, at farið út og fegnast og sagt tillukku. Tú hevur heiðurin at umsita økið. Men tú valdi heldur at leggjast eftir mær.

Men eg eg fari so av hjarta at ynskja okkum øllum tillukku við yvirtøkuni, eisini tær Helga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja