Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á middegi í dag var veðrið gott, har sum útsynningur er góður. Á myndini síggjast bert høg lagskýggj (stratus) umframt smáir bøklar (cumulus humilis) oman fyri fjallatoppar. Føroyar lógu tá undir einum veikum hátrýstryggi, sum seinnapartin var farin sín veg. | Mynd: Undirritaði

Nógvur vindur alla vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.01.2020 - 16:00 Tíðindi Veðrið

Tað er skjótt at skriva um veðrið í morgin. Vindur. Nógvur vindur. Eisini í ovurmorgin, týsdagin. Nógvur vindur.

Tað sum ger alt hetta veðrið, eru nøkur óvanliga djúp lágtrýst, sum ferðast ímillum Ísland og Grønland. Eitt av teimum verður væntandi heilt niðri á 930hPa týsdagin.

So lítið trýst er okkum vitandi ikki mált í Føroyum, og so lágt verður heldur ikki mált hesaferð, tí miðjan er so langt burtur. Barometrini í Føroyum fara at vísa eini 970hPa ta løtuna.

Vindurin er farin at veksa eitt sindur í dag. Í løtuni (klokkan er 16) er 10 til 15 m/s úr útsynningi. Á midnátt er vindurin komin upp í 13 til 18 m/s, og ættin farin niður í sunnan. Tá er eisini farið at regna.

Í nátt, meðan tað framvegis regnar meiri ella minni, fer vindurin at veksa enn meir. Tá ið fólk fara til arbeiðis í morgin ári, er vindferðin komin upp í 18 til 23 m/s úr suðuri. Soleiðis er tað allan fyrrapartin í morgin.

Eitt sindur út á seinnapartin fer ættin vestur um sunnan og ímóti útsynningi, og tað slítur í. Eina løtu veksur vindurin upp í 20 til 25 m/s, men út á kvøldið fer vindurin at minka. Á midnátt í annaðkvøld er vindferðin væntandi 12 til 17 m/s.

Hitin í morgin fer at liggja um 7 til 9 stig.

So er tað veðrið týsdagin.

Týsnáttin er ikki so nógvur vindur. 10 til 15 m/s úr suðuri, sum út á morgunin veksur til 13 til 18 m/s. Regn meginpartin av týsnáttini og týsmorgunin. Á middegi er vindferðin um 18 til 23 m/s saman við nógvum regni.

Seinnapartin týsdagin fer ættin vestur um sunnan til útsynning. Eitt sindur minni vindur eina løtu, men so eru aftur 18 til 23 m/s. Tað fer at slíta í út á seinnapartin; um kvøldið turt.

Sum viðurskiftini í lufthavinum í løtuni, so er aftur nógvur vindur mikudagin, ikki so nógvur vindur hósdagin, veksandi aftur út á seinnapartin fríggjadagin, og heilt fitt næstan alt næsta vikuskiftið.

  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg elski at rokast
Flogbóltu­rin hevur tað gott í Føroyum
Nógv á skránni í Maverick
Desembur 2025 - og hvussu hann royndist…
Tveir klaksvík­ingar í venjaratoymi­num hj…
Talvkapping á Eiði setur nýtt met
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…
Veðrið um vikuskiftið
Onki umval í Runavík
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár
Tyrlan partur av SAR venjing
Antoine Semenyo til Manchester City
Simona nýggj í FFT
At nápa eitt nápað hjáland
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík