Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðurkortini er óhugaligur lesnaður í hesum døgum. Nógv orka er í øllum hesum lágtrýstum, so koma hendavegin. | Mynd: MetDesk

Vindur, vindur, vindur...

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.01.2020 - 12:49 Tíðindi Veðrið

Tað er ikki serliga hugaligt at hyggja eftir veðurkortum fyri hesa vikuna og fyri næstu viku.

Lágtrýstini eru djúp í hesum døgum, og tey ferðast soleiðis, at tey fara í ein landnyrðing ímóti Íslandi. Í Føroyum merkja vit økið sunnan fyri miðjuna á lágtrýstunum, og tað er har, ringasta veðrið er.

Í stuttum so er eitt lágtrýst beint eystan fyri Ísland á middegi í dag. Tað fer í ein norðan og burtur frá okkum seinnapartin í dag.

Seint í kvøld og í nátt minkar vindurin eitt lítið sindur.

Men so kemur tað næsta lágtrýstið. Tað fer somu leið, sum hetta í dag. Nógvur vindur í allan morgin úr útsynningi-suðuri og úr útsynningi-vestri mikudagin.

So er ein lítið stegður. Eitt glopp er í veðurkortunum, til ta næsta lágtrýstið kemur. Tí er nakað væl minni av vindi hósdagin.

Men fríggjanátt ella fríggjamorgun er tað næsta komið upp á pláss, og so er aftur nógvur vindur her hjá okkum.

Leygardagin og sunnudagin er ikki so nógvur vindur, men mánadagin og týsdagin í næstu viku er illveður. Lágtrýstið, sum stendur fyri tí veðrinum fer at koma uppaftur nærri okkum, og tað fer at vera ógvuliga djúpt. Enn er ein vika, so vit fáa at síggja.

Mikudagin í næstu viku er ætlandi ok – t.e. ikki illveður – men hósdagin,fríggjadagin og leygardagin er aftur illveður.

At hyggja 10 dagar fram eftir veðrinum er ikki eftirfarandi. Men tað havi eg so nú gjørt – ikki tann hugaligasti lesnaðurin…

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur