Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Klaksvíkar Badmintonfelag sett nýggjan venjara

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.01.2020 - 10:22 Ítrottur Tíðindi

Klaksvíkar Badmintonfelag (KBF) spílar seg út við nýggjum útlendskum venjara.

Nýggi venjarin eitur Mrinmoy Pal og er úr Kolkata í India. Hann er 42 ára gamal. Hann hevur seinastu árini verði venjari í India.

- Seinnu árini hevur tað verið ein avbjóðing at fingið venjarar til venjingarnar hjá KBF. Fyri tað mesta hava tað verði foreldur og leikarar, sum hava havt venjingarnar. Tó hevur landsliðsvenjarin Aritra Nandy havt eina venjing um vikuna í Klaksvík og hevur hann gjørt eitt stórt arbeiðið fyri badminton í Føroyum. Men síðsta summar datt samstarvið niðurfyri, tá Badmintonsamband Føroya setti nýggjan venjara, sum býr í Danmark. Hetta gjørdi, at umvegis fyrrverandi landsliðsvenjaran, sum KBF hevði sera gott samstarv við, eydnaðist tað KBF at fáa fatur á hesum nýggja venjaranum og halda vit, at hetta er eitt spennandi átak fyri at menna badmintonleikararnr í KBF, siga tey í KBFum setanina av nýggja venjaranum.

 

Raðfesta trivnaðin

Undan jólum hevði KBF eina innanhýsis kapping í tvímansleiki, har børn og foreldur kappaðust móti øðrum foreldrum/børnum. Hetta var ein stuttligur dagur, sum var við til at styrkja og menna felagsskapin og trivnaðin, sum KBF raðfestir høgt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Klassisk konsert og opin pallur í Varpin…
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
Lýsing