Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógv at gera í Norðhavnini

SKRIVAÐ: Dávur Winther: Myndir Dávur Winther  |  12.01.2020 - 16:20 Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðborg fór avstað 4. januar og hevur ligið sunnarlaga í Føroyskum sjógvi – eini 80 fjórðingar suður úr Akrabergi. Teir hava havt ring fiskilíkindi og hava krokað nógv, so teir hava bert roynt eina lítla viku tilsamans í tveimum umførum.

Teir hava 770 tons í frystum svartkjafti og eini 50 tons mjøli. Teir á Norðborg valdu at koma inn at leggja veiðina upp og skifta onkran lut, áðrenn hildið verður fram við skartkjaftaveiðu.

Christian í Grótinum liggur í Norðhavnini og bíðar eftir landingartørni í Fuglafirði í morgin eftir næsta góða túrin í ár vestanfyri Hetland.

Teir fóru avstað 2. januar og hava nú verið á tveimum makreltúrum. Tilsamans hava teir havt 8 tov og fingið í alt 2.500 tons av makreli.

Enn er ivasamt um teir nú fara á svartkjaft ella teir taka ein túr afturat eftir makreli.

Borgarin hevur verið á einum makreltúri vestanfyri Hetland í ár og fingu teir 1.500 tons. Teir skifta nú turkispælið, sum kemur at taka nakrar dagar.

Tað tók nakað av tíð at fáa spælið í land, tí tjúkku vangarnir máttu skerast í helmingar – Sama er við nýggja spælinum, sum stendur á Kambsdali hjá KJ-Hydralik. Har mugu vangarnir brennast í helmingar, og síðani montera teir umborð aftur, tá ið spælið er íkomið.

Í dag vóru tað menn frá KJ-Hydralik og Hans Egil við teirra stóra kranabili, sum avmonteraðu gamla turkispælið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur
Tey sum bera umsorgan­ina í Føroyum
Trygd og Trivnaður
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt