Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Um eg skilji tað!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.01.2020 - 18:59 Bloggur Tíðindi

Nú eri eg ikki av teirri fatan, at mín meining er tann einasta meining nøkur meining er í, MEN!

Sum øllum føroya fólki kunnugt, so er løgtigið ikki ført fyri at hugsa longur enn frá einum tunnilsmunna til hin munnan. Tingið gjørdist stórliga bilsið tá Norðoyatunnilin knappliga kom upp í Leirvík, og tingið hevði gloymt at ferðslan gjøgnum Skálafjarðartunnilin skal gjøgnum bygdu økini við Skálafjørðin og ov byrjaða ferðslukervið í høvuðsstaðarøkinum. Í tinginum eru tunnlar bara hol, ið byrja einans byrja í einum enda og enda í hinum endanum, dermed basta.  Men, veruleikin sær, sum kunnugt, ørvísi út. Ferðslan skal í tunnlarnar og úraftur tunnlunum!

Nú eru tey so farin undir stórsta tunnilstiltakið nakrantíð, sum er Sandoyartunnilin, og samstundis bora tey ein nýggjan tunnil millum Tvøroyri og Hvalba. Eisini hesir tunnlarnir eiga at verða sæddir sum partar av eini størri heild, og ikki bara sum strikur frá punkt a til punkt b.

Sandoyartunnilin einsamallur er helst reinur búskaparligur ørskapur. Men, um Suðuroyggin verður tengd afturat hesari ætlanini, so er helst ein meining í galskapinum. Og sambandið millum Sandoyartunnilin og nýggja Hvalbiartunnilin eigur at verða gagnnýtt nú beinanvegin.  Grót er ov mikið av í báðum tunnlunum (um tað er av hóskandi slag, veit eg ikki), hví ikki skipa fyri eina einari ferjulegu í Hvalba nú beinanvegin, og somuleiðis einari á Sandoynni?  Hví ikki lata tunnlarnar gera eina veruliga nyttu nú beinanvegin, og sambinda Suðuroynna við meginøkið, umvegis Sandoyartunnilin?

Tað er sjálvandi ikki ókeypis at gera ferjulegur í Hvalba og á Sandoynni, men Smyril er gamal og fer at krevja fleiri og fleiri ábøtur, og skal helst skiftast út áðrenn langt um líður. Og farleiðin gevur jú stórt árligt hall, samstundis sum hon er lítið hóskandi fyri eitt nútíðar samfelag, har títtleiki í sambandinum er ein fyritreyt.

Sjálvt um fyrireikingar fara í gongd nú, so ganga tað eini 10, 15, 20 ár áðrenn Suðuroyartunnilin verður ein veruleiki, og í meðan so noyðast suðuroyingar at taka til takkar við síni elskaðu gomlu dangu, sum hvørt ár verður avloyst av eini enn eldri dangu.

Um tingið í staðin sá ferðslukervið í Føroyum sum eina heild, og gagnnytti endamálið við Sandoyartunnlinum, so átti ein ferjulega til suðuroyarleiðina at staðið liðug á Sandoynni, samstundis sum Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu, og somuleiðis ein onnur ferjulega í Hvalba (ella har tað er hóskandi á Suðuroynna). Samstundis skuldi tingið útvega eina minni ferju, sum kann sigla minst seks ferðir millum Sandoynna og Suðuroynna allar gerandisdagar, umframt vikuskiftini, og útvega eina ferju afturat til avloysaraskip og til tá trýst er á leiðini.

Hendan leiðin er onki garanti móti sjóverki, tíverri! Men, leiðin verður munandi styttri sjóvegis, og við minni skipum, kanska eisini meira álítandi í nógvum vindi. Skipanin kann so halda framm til Suðuroyartunnilin einaferð  verður ein veruleiki, og skipanin verður helst bíligari enn núverðandi árliga rakstrarískoytið, og ein evt. nýggjur Smiril. Tað er ein fortreyt fyri trivnaðinum í Suðuroynni, at hon fær títtari samband við meginøkið, soleiðis er tíðarandin.

Eg skilji ikki, at okkara fólkavaldu, ikki hugsa hesa leiði sum eina heild, og fara í gongd, nú beinanvegin og fyrireika ferjulegur og nýggj minni skip, sum kunnu flyta Suðuroynna inní nútíðina, so skjótt sum Sandoyartunnilin er liðugur.

Tað eru sjálvandi tey, ið óttast fyri at eitt ferjusamband millum Suðuroynna og Sandoynna, fer at seinka ella forða fyri einum Suðuroyartunnli.  Uppaftur onnur vilja heldur sleppa beinleiðis til Havnar, heldur enn at ferðast um Sandoynna. Eg vænti kortini ikki at eitt slíkt ferjusamband verður nøkur forðing fyri einum Suðuroyartunnli. Tá eg búði á Sandoynni fyri fjøruti árum síðandi fóru tey so smátt at tosa um samband til Kirkjubøar.  Tá vóru tað mong ið hildu at frægast mundi kortini vera, at koma beinleiðis til Havnar.  Í dag er tað neyvan nakar ið saknar Kirkjubønes!

Sum longu nevnt, so eri eg als ikki av teirri fatan, at mín meining er tann einasta meining, sum nøkur meining er í – men, eg skilji kortini ikki at Sandoyartunnilin og nýggi Hvalbiartunnilin ikki verða hugsaðir, sum ein heild, og ein nýggi farleið millum Suðuroynna og meginlandi beint nú, áðrenn nýggjar og dýrar íløgur skulu gerast í ein nýggjan Smyril.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda