Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lesandi á Glasi møttu borgarstjóra úr vinabýi hjá Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2020 - 13:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í 2018 undirskrivaðu borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, og borgarstjórin í japanska býnum Taiji, Kazutaka Sangen, vinarbýaravtalu. Sáttmálin varð undirskrivaður í Klaksvík.

Í eina tíð hevur ein flokkur frá Innovatións- & Íverksetanarlesandi á Bachelor-støði á Glasi arbeitt við eini verkætlanarferð til Japan. Tey lesandi eru í Japan hesa vikuna, og tann 16. januar var fundur í Tokyo við borgarstjóran í Taiji.

Saman við borgarstjóranum í Klaksvík, Jógvani Skorheim, og Sigmundi Isfeld, sendimanni í Kina, varð avtala fingin í lag um henda fund, soleiðis at tey lesandi vórðu boðin til fundar og døgurða hjá Kazutaka Sangen, borgarstjóra í Taiji.

Á fundinum vórðu viðurskiftini millum býirnar umrøddir, og borgarstjórin greiddi  frá um eina ferð í Føroyum. Hann var sera bergtikin av, hvussu vakurt tað var í Klaksvík, og hvussu væl hann varð móttikin. Tí var hann eisini ómetaliga glaður fyri at kunnu bjóða lesandi frá Føroyum á fund og vísa teimum blíðskap.

Borgarstjórin tosaði eisini um vitjanina á Føroya Bjór, har Annika Waag, stjóri, vísti og greiddi frá virkseminum. Borgarstjórin var tí sera glaður fyri gávuna, sum tey lesandi høvdu við frá Jógvani Skorheim, sum var alt gott frá Føroya Bjór og ikki minst turrur fiskur úr Klaksvík.

Finn Jensen, Dekanur á Glasi, metir, at hesin flokkurin hevur fingið eitt serligt samband við Klaksvík. Á heysti 2019 arbeiddu tey tætt saman við LookNorth í Klaksvík at menna og marknaðarføra leypin, sum LookNorth hevur framleitt í eina tíð.

Jákup Bech Jensen, sum hevur samskipað ferðina, metir, at slíkar verkætlanarferðir menna tey lesandi, og eru við til at fáa ung fólk at velja at lesa á Glasi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Lýsing