Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd

Stjórin á Heilsuskúla Føroya skilir ikki atfinningarnar úr høvuðsstaðnum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.01.2020 - 14:13 Politikkur Tíðindi

Fyri fyrst, so eigi eg sum skúlaleiðari ikki at hava so nógvar almennar viðmerkingar, sum snúgva seg um politisk viðurskifti, um staðseting o.l. Men einsamalt at geva staðseting av skúlanum ábyrgdina av støðuni við manglandi heilsuhjálparum og heilsurøktarum, er nakað einsporaður hugsunarháttur. Kjakið má gerast meira fjølbroytt, sigur Jórun Petersen, stjóri á Heilsuskúla Føroya.

Stjórin á Heilsuskúla Føroya í Porkeri, heldur at tað er sera óheppi at orðaskifti um væntandi heilsuhjálparar og heilsurøktarar er fari at snúgva seg um staðsetingina av Heilsuskúla Føroya.

Eg kann m.a. vísa til donsk viðurskifti, har støðan í samfelagnum líkist rættiliga nógv føroysku støðuni. Har eru Heilsuskúlar næstan á hvørjum tanga. Har fáa næmingar løn undir útbúgving. Og tey yvir 25 ár fáa enn meira løn.
- Kortini sera stórur tørvur á heilsustarvsfólki á eldraøkinum í DK. Tað er nærmast ein kreppustøða. 

- Arbeiðsumstøður og løn í yrkinum, eru uttan iva eisini við til at ávirka val av útbúgving. 

 

Ein tími meir um vikuna, 1700 fleiri starvsfólk

- - Í DK umhugsa tey eisini onnur viðurskifti, t.d. sum at heilsustarvsfólk ofta arbeiða niðursetta tíð og at økt tímatal kundi bøtt um støðuna.

Sambært greining hjá Kommunernes Landsforening arbeiða heili 81 % av donsku heilsuhjálparum niðursetta tíð.

- Í greinini eru útrokningar gjørdar sum meta, at um øll heilsustarvsfólk sum eru niðursetta tíð arbeiddu ein tíma meira um vikuna, hevði tað kenst sum 1.700 fleiri starvsfólk á eldraøkinum!   

"Og hvis det kunne lykkes, at få deres gennemsnitlige arbejdstid til at ligne resten af de kommunalt ansatte, vil man få godt 3.100 ekstra årsværk".

- Hvat er orsøkin til at nógv heilsustarvsfólk velja at arbeiða niðursetta tíð, er ein viðkomandi spurningur sum eisini verður settur, í greiningin hjá Kommunerners Landsforening.

 

HVAR ERU TEY SUM ERU ÚTBÚGVIN Á HEILSUSKÚLANUM?

- Heilsuskúlin verður ofta spurdur, hvar eru øll tey sum hava útbúgvið seg á Heilsuskúlanum? 

- Gjøgnum tey 18 árini skúlin hevur virkað, eru uml. 700 heilsuhjálparar og 240 heilsurøktarar útbúgvin. 

- Nøkur taka eisini útbúgvingina í Danmark, so talið av útbúnum røktarstarvsfólki í FØ er ikki sama tal sum her nevnt. 

- Tað er ein sannroynd at fleiri av teimum útbúnu heilsuhjálpara- og røktarunum skifta lívsleið til heilt annað yrki, antin beinaveg ella sum tíðin líður. 

- Fleiri av fyrrverandi næmingum okkara útbúgva seg til onnur økir/arbeiða innan tannrøktaraøki apoteksverkid, og aðrastaðni í heilsuverkinum t.d. sum fysioterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur, læknaskrivari ella innan handilsvinnu. Hvat tað er sum ger, at fólk fara úr starvinum kunnu vit bert gita um. Ivaleyst var tað hjá nøkrum teirra ætlanin frá byrjan, tí útbúgvingarnar geva førleikar til víðari lestur. Men fakta ER at FLEIRI sum hava tikið heilsuútbúgvingarnar, arbeiða ikki innan eldrarøkið. 

- Tað er sostatt rættilga stórt fráfall av útbúnum heilsuhjálparum og heilsurøktarum. Hetta er ein orsøk til manglandi starvfólk.

- Tað er tankavekjandi at hetta er so, tí vit hava fatan av, at umsøkjarar okkara, velja hetta arbeiðsøkið heilhjartað. 

- Orsøkin til broyting av lívsleið er sostatt ikki tí tey flestu fara hálvhjartaði undir útbúgvingarnar, sigur Jórun Petersen stjórin á Heilsuskúla Føroya í Porkeri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis
Hvussu eru Føroyar komnar til gjøgnum fl…
Bindifestivalu­rin á altjóða støði
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar