Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sebastian Avanzini hevði sáttmála við AC Horsens fram til 2022, men ynskti at fáa meira spælitíð og hevur nú skift til KÍ. | Mynd: AC Horsens

KÍ gjørt sáttmála við nýggjan leikara

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.01.2020 - 13:14 Ítrottur Tíðindi

KÍ boðar í dag frá, at nýggjur leikari hevur gjørt sáttmála við felagið.

Talan er um 24 ára gamla Sebastian Avanzini. Sebastian er frá Italia, men hevur síðstu árini spælt í Danmark og hevur eisini danskan statsborgaraskap. Fyrst í triðbestu deildini, áðrenn hann á sumri í 2018 summar skifti til AC Horsens í Superliguni. Har spældi hann tilsamans 21 dystir. Talan er um leikara, sum í KÍ er ætlaður til miðvøllin. Men talan er um fjølbroyttan leikara, tí hann hevur sambært Transfermarkt spælt sum vinstri bakkur, høgri bakkur, høgri vongur, vinstri vongur og sentralur miðvallari hesi síðstu trý árini. Sum skilst er KÍ-hópurin nú endaligur.

Sáttmálin er galdandi fyri 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…