Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi settur í næstum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.01.2020 - 07:47 Tíðindi

Í hesum døgum verður søkt eftir medisinskum yvirlækna til Klaksvíkar Sjúkrahús, og væntast starvið sett skjótt, so tann setti kann byrja tann fyrsta apríl í ár.

Læknin, sum søkt verður eftir til starvið sum yvirlækni, skal vera serlækni í medisini, soleiðis at skilja, at hann skal hava eina medisinska sergrein, og sum dømi verður nevnt intern medicin. Yvirlæknin kemur at standa á odda fyri medisinska økinum á sjúkrahúsinum saman við leiðandi sjúkrasystrini.

Í starvslýsingini stendur, at tann setti kemur at samstarva við serlæknar og anæstesilæknar á sjúkrahúsinum, umframt at hann skal innganga í samstarvið, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur við sjúkrahús aðrastaðni, bæði Landssjúkrahúsið og uttanlands. Klaksvíkar Sjúkrahús sjálvt verður lýst sum sjúkrahús fyri fyrst og fremst fyri teir 6.200 norðoyingarnar og teir 12.000 eysturoyingarnar í nærumhvørvinum.

Yvirlæknin fer at vera toymisleiðari fyri eitt “sterkt toymi” og stórur dentur verður tí lagdur á samstarv í starvslýsingini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum