Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldraøkið í Norðoyggjum uppraðfest við 10 mió. kr.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2020 - 20:00 Politikkur Tíðindi

- Ein høvuðsfortreyt fyri at kunna bøta um tænasturnar á eldraøkinum var, at játtanin til NBH varð økt, og tað er júst hetta, sum kommunurnar í Norðoyggjum veruliga hava gjørt nakað við, sigur Jógvan Skorheim, stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH).

Eldraøkið varð 1. januar 2015 lagt út til kommunurnar at umsita, og settu kommunurnar í Norðoyggjum tá á stovn javnbjóðis eldrasamstarvið Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH), hvørs ovasta leiðsla er eitt stýrið, ið er mannað við borgarstjórunum úr øllum kommununum í Norðoyggjum, umframt nøkrum býráðslimum.
 
Tað er nú 5 ár síðan, og hevur Norðlýsið nýtt hetta høvi til at spyrja Jógvan Skorheim, stýrisformann í NBH, um hvørji mál eru rokkin, framtíðarætlanir o.s.fr. Í blaðnum 15. januar var longri samrøða við borgarstjóran, sum vit her endurgeva partar av.
 
Uppraðfest við 10 mió. kr.
- Ein høvuðsfortreyt fyri at kunna bøta um tænasturnar á eldraøkinum var, at játtanin til NBH varð økt, og tað er júst hetta, sum kommunurnar í Norðoyggjum veruliga hava gjørt nakað við, sigur Jógvan Skorheim.
- Síðani kommunurnar yvirtøku eldraøkið í 2015, er árliga játtanin til NBH nevniliga økt við íalt umleið 10 mió. kr., sum kommunurnar í Norðoyggjum játta eyka til eldraøkið um árið. Samlaða fíggjarætlanin hjá NBH er í dag góðar 76 mió. kr.
 
Nógv ítøkilig mál rokkin
- Eldraøkið er so víðfevnt, og nógv ítøkilig mál eru rokkin, og tí er púra ógjørligt at koma inn á øll viðurskifti í eini stuttum samandrátti, men millum málini, sum eru rokkin hesi árini, kann eg sjálvandi nevna nøkur, sum vit í stýrinum fyri NBH, saman við leiðsluni, eru ógvuliga fegin um.
 
- Samstundis skal eg skunda mær at siga, at vit als ikki halda okkum vera komin á mál. Tvørturímóti arbeiða vit støðugt við at eftirmeta okkara virksemi við tí fyri eyga at menna tær tænastur, sum NBH veitir til teir eldru borgararnar í Norðoyggjum.
 
Heimatænastan uppnormerað og døgurðatænastan víðkað
- Heimatænastan veitir tænastur til teir mongu heimabúgvandi brúkararnar hjá NBH. Henda tænasta er tí sera týdningarmikil fyri at hjálpa fólki at búgva heima sum longst og at geva teimum best møguligar umstøður og fortreytir til at kunna klára seg og við best møguligari lívsgóðsku.
 
- Heimatænastan, sum í næstum fær betur hóskandi hølir til sítt virksemi, er seinastu árini blivin uppnormerað, soleiðis at starvsfólkini kunnu fáa betri stundir at veita tænastuna.
 
- Døgurðatænastan er umskipað til koyring av køldum døgurðum, soleiðis at heimahjálparar ikki hava fyri neyðini at skunda sær við røktini eins nógv og áður. Eisini er døgurða skipanin víðkað til nú at fevna um allar dagar í árinum.
 
Fyribyrgjandi heimavitjanir og stuðul til reingerð heima
- Tíbetur er tað so, at mong av teimum eldru hava góða heilsu og tí ikki hava brúk fyri tænastum frá NBH.
 
- Hetta fegnast vit um, men lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. áleggur okkum at bjóða øllum borgarum, sum eru vorðnir 75 ár, fyribyrgjandi heimavitjan.
 
- Júst hetta er eitt av nýggju tilboðunum, sum NBH nú bjóðar teimum, ið eru 75 ár og eldri, sum ikki fáa tænastur annars frá NBH, sigur Jógvan Skorheim.
 
- Ein tænasta til heimabúgvandi brúkarar er stuðul til reingerð, har NBH rindar ein part av kostnaðinum fyri reingerðarhjálp til eldri borgarar, sum hava tørv á reingerðarhjálp heima.
 
- Í løtuni gera 19 borgarar brúk av hesi tænastu.
 
Ergo- og fysioterapi
- Samdøgursrehabilitering er staðsett á Sambýlinum á Heygnum og er skipað við einum tvørfakligum toymi. Yvirskipaða endamálið er, at fólkapensjónisturin megnar sín egna gerandisdag í tann mun, tað ber til, og fær møguleika fyri at búleikast heima sum longst. Tvey pláss vóru at byrja við sett av til hesa tænastu, men vegna stóran eftirspurning er talið av plássum víðkað til trý. Ætlanin er, stig fyri stig, at økja hetta talið enn meira.
 
- Venjing er aloftast týðandi partur av samdøgursrehabiliteringini, og er hetta m.a. orsøk til, at ergo- og fysioterapieindin er uppnormerað.
 
- Hvørja viku verður dúgliga vant í venjingarhølunum Ven og Virka. Fysioterapeutarnir veita visiterað tilboð tvær ferðir um vikuna, men eisini verður skipað fyri eginvenjing, har fólkapensjónistar sjálvir kunnu venja ókeypis tvær ferðir um vikuna, alt árið runt.
 
- Eg fegnist stórliga um, at eldri borgarar eru so virknir og hava tikið hetta tilboð til sín. Eisini er tað sera gleðiligt at síggja, hvussu brúkararáðið fyri Virkishúsið Smæruna sjálvboðið hvørja viku syrgir fyri at hava hølini opin, eftir at fólk hava verið til venjing, sigur Jógvan Skorheim.
 
Fleiri umlættingarpláss og dagtilhaldini víðkað
- Eitt annað øki, har kanningar okkara vístu tørv á hægri raðfesting, er innan dagtilhald og umlætting. Vit hava tí valt at skipa eina umlættingareind burturav á Heiminum við Vágna, har støðugt 8 fólk kunnu koma til umlætting.
 
- Eisini hava vit í stýrinum samtykt, at dagtilboðið í Búðatrøð skal víðkast, soleiðis at har eisini verður opið mikudagar og leygardagar og seinni í ár eisini um kvøldið. Tvs. mánadag til og við leygardag og seinni eisini um kvøldið.
 
- Dagtilhaldið, sum í løtuni heldur til í hølum í Heiminum við Vágna, verður nógv vitjað. Vit hava tí í drúgva tíð leitað eftir øðrum hóskandi hølum, og í næstum flytur Dagtilhaldið í betur hóskandi hølir við Stoksoyraveg, upplýsir stýrisformaðurin.
 
- Eg fegnist eisini um tað góða samstarv, sum NBH hevur við Eldraráðið í Norðoyggum, sum ger eitt gott og virðismikið arbeiði, bæði við at ráðgeva okkum í NBH, men tey gera eisini annað týðandi arbeiði. Eitt nú taka tey sær av vitjanartænastuni í samstarvi við Reyða Kross.
 
Uppnormeringar gjørdar á øllum deildum hjá NBH
Jógvan Skorheim greiðir frá, at NBH eisini hevur gjørt fleiri raðfestingar fyri at betra um tilboðið og tænastuna á búeindunum, sum í dag eru 5 í tali og fevna um íalt 75 búpláss, 3 samdøgurðsrehabiliteringspláss og 8 umlættingarpláss.
 
- Fyri at styrkja um bæði leiðslu, røkt og nærveru á búeindunum eru deildarleiðararnir settir fulla tíð á øllum deildum hjá NBH, samstundis sum tímatalið hjá starvsfólkunum á øllum deildunum er uppnormerað.
 
- Økonoma er sett í starv á Heiminum við Vágna, sum umframt at tryggja góðskugóðan mat gevur røktarstarvsfólkunum betri stundir at vera um búfólkini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja