Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Skorheim, borgarstjóri handaði eina gávu til Dr. Aleksandr Makarov, stjóran á AARI, sum kvitteraði við eisini at handa borgarstjóranum eina gávu. | Mynd: Jóhann Lützen

Dyrnar latast upp í Skt. Pætursborg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2020 - 13:37 Mentan Tíðindi Vinna

Í samband við at Skt. Pætursborg og Klaksvík gerast vinarbýir vitjað umboð fyri Klaksvíkar býráð Skt. Pætursborg í hesum døgum

Jógvan Skorheim borgarstjóri, Signhild V. Johannesen varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevndini og Óli M. Lassen formaður í Teknisku nevnd vitjað í stóra russiska býnum. Føroyski sendimaðurin til Ruslands Hákun J. Djúrhuus er eisini við. 

Sáttmálin um vinarbýarsamstarvið verður undirskrivaður mikudagin og í dag og í morgin eru nógvar vitjanir. Tað er ein tøtt skrá løgd fyri dagarnar, vitjað verður millum annað á granskingarstovnum, skúlum og lista- og fornminnasøvnum.

Fyrrapartin varð vitjað á stóra arktiska granskingarstovninum Arctic and Antarctic Research Institute (AARI) í Skt. Pætursborg har fleiri enn 1.000 starvsfólk arbeiða. Umboð frá AARI greiddu frá teirra virksemi og síðani varð tosað um felags samstarv framyvir. Millum annað kom fram, at lesandi úr Klaksvík eru vælkomin til arktisku kanningarstøðirnar hjá AARI.

Á middegi varð vitjað á einum fólkaskúla har móttøkan vera sera væl fyriskipað. Allur skúlin varð við, tey ungu sungu og framførdu sjónleik fyri ferðaliðnum úr Klaksvík og greiddu við eldhuga frá um teirra bý. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna