Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein nýggj vinna í menning

SKRIVAÐ: Norðljóð  |  28.01.2020 - 19:54 Mentan Tíðindaskriv

Føroyskir tónleikarar og føroyskur tónleikur er í stórari menning. Føroyingar taka føroyskan tónleik til sín, og boð eru eftir føroyskum tónleikarum uttanlanda.

Tónleikamarknaðurin er í stórari broyting.

Fyri at ganga stóru avbjóðingum á tónleikamarknaðinum á møti, var føroysk Tónleikaútflutningstova, Faroe Music Export, FMX, sett á stovn í 2019; og í oktobur var Fred Ruddick settur í starv.

Mikukvøldið 29.januar kemur Fred Ruddick til Klaksvíkar at siga frá um FMX – tænastur, leiklutir og møguleikar.
Nevndin í Norðljóð sigur at tiltakið, sum verður í Miðstovu mikukvøldið kl 20, er alment, tó er tað serliga ætla tónleikarum, teimum, sum hava áhugað fyri at menna føroyska tónleikin og teimum sum varða av á tónleikaøkinum.  

Hevur tú ætlanir um at liva av tónleikinum? Sært tú møguleikar í tónleikavinnuni?

Fred Ruddick, sigur at arbeiði er ein spennandi avbjóðing. Hann sær fram til at hitta tónleikarar og tónleikaáhugaði í Norðoyggjum, og ikki minst at fáa eitt gott prát!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…