Lýsing
Lýsing

Nevið Reyða er mannað til kappróðrarárið 2020

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.02.2020 - 08:08 Ítrottur Tíðindi

Tvær broytingar eru í mun til manningina, sum endaði kappróðrarárið 2019.

Unga manningin á Nevinum Reyða stóð seg væl í 2019. Kappingin stóð við Argjabátin og róðurin á ólavsøku skuldi avgera føroyameistaraheitið. Argjabáturin vann tann róðurin við einum skuti og so mátti manningin, sum undanfarnu ár hevði vunnið føroyameistaraheitið við Páll Fanga og Fípuni Føgru taka til takkar við einum silvurheiðursmerkið. Men Nevið Reyða hevur ikki uppgivið at vinna føroyameistaraheitið hjá 8-mannaførum, tí Nevið Reyða er mannað aftur til 2020 við nærum somu manning.

 

 

Tvær broytingar

Bátsformaðurin á Nevinum Reyða er Brandur Kjølbro. Hann sigur, at manningin í 2020 verður hendan: Jógvan Højgaard, Brandur Kjølbro, Jón Josephsen, Jón Ryan Petersen, Fríðjohn Elttør, Benjamin Sigurðsson, Hermann Samuelsen, Martin Joensen og Ella Jógvansdóttir (róðurskvinna).

- Nakrar broytingar eru í manningini í mun til 2019. Róðursfólk og ein rógvari eru skift út. Tey hava góðar royndir. Hann(Jón Ryan Petersen) hevur róð nógv, millum annað við 10 mannaførum árini 2017, 2018 og 2019, har hann hevur vunnið føroyameistaraheitið fleiri ferðir eisini. Róðurskvinnan (Ella Jógvansdóttir) hevur bæði stýrt og róð sjálv við bátum her norðuri frá. Hóast vit eru ein ung manning, aldurin liggur í millum 18-20 ár, so eru nakað av royndum eisini. Fleiri av okkum hava róð saman við Fípuni Føgru í 2016 og 2017, og fimm av okkum hava róð saman síðan 2017. So kjarnin av manningini er tann sama, sum hon hevur verði síðan tá, við góðum fólki afturat, sigur Brandur Kjølbro við Norðlýsið.

 

 

Kreppa hjá 10-mannaførum

Í kappróðri verður ofta sagt, at 10-mannafarsróðurin er ''besta'' deildin, um ein skal samanbera við ítróttagreinar, ið hava deildir. Tað er eisini har, at m.a. KRF hevur lagt stóra orku í síðstu 15 árini, har Klaksvíkingur hevur vunnið føroyameistaraheitið í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2015 og 2017. Men síðstu árini hevur rákið verði, at har eru færri og færri bátar. Okkurt árið bara tveir-tríggir bátar kappast. Til 2020 ljóðar, at støðan er kritisk. Tí í løtuni er bara Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri í Tórshavn, ið hevur vunnið føroyameistraheitið síðstu tvey árini, mannaður. Eingin av teimum, ið Norðlýsið hevur verði í samband við, veit um aðra manning, og so er spurningurin, hvat hendur við 10-mannaførum, sum hava so stolta søgu í føroyskum kappróðri. Enn er tó long tíð fram til fyrsta róðurin á Norðoyastevnu, men søguliga sæð síðstu árini, so skal ein manning hava vant í nakrar mánaðir, um hon skal hava møguleika at vinna um summarið. Tí er kanska ikki so sannlíkt, at nakar avbjóðari verður til Ormin Langa í 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Rynkeby savnaði 1.540.000 krónur ti…
Fram við landi í Árnafirði við Hanus í G…
Jesus segði: ”Loyvið smábørni­num at koma…
Jesus segði: ”Loyvið smábørni­num at koma…
Undir Íslandi við Norðborg
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur svarar…
Garðavegur verður nú gjørdur liðugur
Sum ein Jarðarferð
Paul Kjartan er okkara valevni í Klaksví…
Gysari hjá monnunum
SÍ vann fyrsta stórsteypadystin!
KÍ-AB er útsettur til 4. november
Símun H. Poulsen vann Pes-kappingina
Tunnilsdagur: Tombola og PES-kapping í S…
Broytingar í el-in -  Ein spennandi tunn…
Flogbóltur: Stórsteypadystir á fyrsta si…
Handað borgaru­num 20.000 trøð og runnar…
20 ár í el-in
KÍ-AB spæla sunnudagin, Víkingur-KÍ er ú…
Við Norðborg 2. partur - Av Fugloy suður…