Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dugni letur upp í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.02.2020 - 18:25 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

- Vit gleða okkum at lata upp mitt í Klaksvík, í veghæddini har sum Kiosk700 var fyrr. Vit hava gjørt ein trý ára sáttmála, sigur Hedvig Johansdóttir stjóri í Dugna

Á lítlari samkomu í bygninginum hjá Soli Deo Gloria skrivaðu Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið í Dugna, Hedvig Johansdóttir, stjóri í Dugna og John Kári Jacobsen, formaður fyri nevndina í Soli Deo Gloria undir trý ára leigusáttmála

- Dugni ynskir at lata upp ein endurnýtsluhandil í Klaksvík. Hetta verður partur av virkseminum á Kambsdali. Vit gleða okkum til at fáa fleiri viðskiftafólk og bjóða okkara tænastur til enn fleiri næmingar og arbeiðsfólk. Síðsta árið hevur verið arbeitt við hesari loysnini, sigur Hedvig Johansdóttir. 

Klaksvíkar kommuna hevur verið framúr jaliga at samstarva við. Tað var á altjóða kvinnudegnum í fjørð 08. mars, at eg luftaði okkara ynski um flyta endurnýtsluhandilin á Kambsdali til Klaksvíkar fyri forkvinnuni í Trivnaðarnevndini, Beintu Klakkstein. Longu somu viku upplivdu vit útrættu hondina frá Kommununi og úrslitið síggja vit her í dag.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri segði nøkur orð og fegnaðist um, at Dugni nú kemur til Klaksvíkar og hann ivaðist ikki í at samstarvið fór at gagna báðum pørtum. 

Hetta er blivið ein møguleiki nú Dugni hevur fingið størri játtan á løgtingsfíggjarlógini, og hetta eru vit bæði landsstýrinum og løgtinginum ógvuliga takksom fyri, tí hetta gevur okkum møguleika fyri at vaksa um virksemið, sigur Hedvig Johansdóttir.

Dugni hevur síðsta árið verið í eini tilgongd við at innrætta okkara virksemið á Kambsdali á besta hátt. Við verkstøðum til timbur, seyming, sundurskiljing og polstring eru karmarnir framúr góðir. Vit hava havt eitt ynski um at hava endurnýtsluhandilin tættari øðrum handlum og virksemi, so fólk lættari kunnu koma á gátt og vit kunnu røkka enn fleiri av okkara málbólki. Hetta er blivið ein møguleiki nú Dugni hevur fingið størri játtan og møguleika fyri at vaksa um virksemið., sigur Hedvig Johansdóttir. 

 - Vit lata upp so skjótt vit hava funnið rætta starvsfólk og fyritíðarpensjonistar til at starvast í handlinum, sigur Hedvig Johansdóttir at enda við Norðlýsið

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja