Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sakligheit og fakta til huldu-toymið

Nú hava vit sæð alt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.02.2020 - 13:06 Leiðarin Tíðindi

- aftursvar til ad hoc-toymið

Tað sigst, at um ein livir nóg leingi, so sleppur ein at uppliva alt. Og nú hendi tað so tað áður óhugsandi, at ad hoc-toymið á Vágaportalinum fór í offensivin fyri almenna sektorin í Havn. Hvussu hesin nýggi og óvanligi leikluturin klæðir toyminum, er upp til lesaran at gera av, men álopið á Norðlýsið og eydnast ikki væl. Toymið brúkar tøl uttan keldur, sum tí ikki kunnu eftirkannast, og tekur partstøl úr heildini og málar harvið eina heilt skeiva mynd.

Eitt nú pilkar toymið fyrisitingina burturúr almenna sektorinum og sigur, at hon útger einans 4% av lønarútgjaldingunum. Hvat kunnu vit brúka talið fyri fyrisitingina einsamalla til? Ætlanin er sjálvsagt at manipulera, so lesarin fær fatanina av, at almenni sektorurin í Havn bara útger 4% og har tískil onki er at koma eftir. Men soleiðis er tað sjálvandi ikki í veruleikanum.

 

Lat okkum hyggja at veruligu tølunum

Í 2016 bað Lasse Klein, fyrrverandi ting- og landsstýrismaður, um tey samlaðu tølini, og tá kom fram, at almennu lønarútgjaldingarnar í Streymoyar Sýslu í 2015 vóru 1.269.986.290 krónur. Almennu lønarútgjaldingarnar í øllum Føroyum vóru sama árið 1.750.758.865 krónur.

Hetta árið búðu 49.122 føroyingar í Føroyum og 23.309 í Streymoyar Sýslu. Soleiðis er lætt at rokna út, at 72% av almennu lønunum vórðu útgoldnar í einum Streymoyar Sýslu, har 47% av íbúgvunum búgva. Hinar 5 sýslurnar við 53% av íbúgvunum hava so 28% at býta sínámillum.

Í nominellum tølum fær Sandoyggin minst, meðan í mun til fólkatalið fær Eysturoyggin minst, har 22% av íbúgvunum í Føroyum búgva og bert fáa 7,3% av almennu lønunum. Norðoyggjar við 12% av íbúgvunum fingu 8% av almennu lønunum í 2015.

Lasse Klein almannakunngjørdi hetta á sama Vágaportalinum, sum ad hoc-toymið arbeiðir á, og tølini áttu álvaratos at verið teimum kunnug.

 

Hetta vóru lønir, hvussu við íløgum?

Tann 7. juli í fjør svarar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, Bill Justinussen, tingmanni fyri Miðflokkin, ein fyrispurning um, hvussu almennu løguútreiðslurnar eru býttar uppá sýslur. Svarið vísir á leið sama ójavna sum viðvíkjandi lønunum, tó enntá eitt vet størri ójavna! Í 2016, tá Viðareiðistunnilin framvegis var í gerð, vóru almennu útreiðslurnar hjá Landsverki í Streymoynni 56% av tí samlaða, men so skjótt tunnilin varð liðugur, stóð Streymoyggin fyri 85% av almennu útreiðslunum í 2017 og 86% í 2018.

Hyggja vit yvir tey 3 seinastu árini, sum fyri spurningurin fevnir um, hevur Landsverk brúkt 919.769.000 krónur, og av teimum eru 696.033.000 brúktar í Streymoynni. Her teknar sama myndin seg aftur – 75,7% av útreiðslunum verða brúktar í Streymoyar Sýslu við á leið 47% av íbúgvunum. Hinar fimm sýslurnar við 53% av íbúgvunum hava havt 24,3% at býta sínámillum. Talvan er viðløgd, so lesarin sjálvur kann gera sær eina meting av, hvussu tað stendur til við fordeilingspolitikkinum.

 

 

Saman at standa

Veruleikin er, at Føroyar høvdu als ikki sæð soleiðis út, sum vit kenna tær í dag, um vit høvdu havt eitt javnt býti av teimum almennu útreiðslunum.

Vit hava ongan rætt til at krevja, at Vágaportalurin stendur saman við okkum í málinum um einar javnari Føroyar og ein meira rættvíst býttan almennan sektor. Vil ad hoc-toymið í staðin sláa uppá trummu fyri at varðveita og vaksa um tann stóra almenna sektorin í Havn, er tað teirra val. Tað er bara ikki neyðugt, tí tann sektorurin stórtrívist og veksur av sær sjálvum.

Men tað hevði klætt ad hoc-toyminum nógv betri, um toymið heldur stillaði seg liðina av skilamanninum Jóhannis Joensen úr Miðvági, sum í hesum døgum arbeiðir fyri at fáa bilbukt við ein part av ójavnanum í formi av kommunalari útjavning.

 

Keldur:

Klein, Lasse: “Hví ólukkan er Eysturoyggin afturúrsigld?”, lesarabræv á vp.fo, 8. mai 2016.

Svar uppá fyrispurning nr. 82/2018 eftir Tingskipanini §52a frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um skattainntøkur og løguútreiðslur, svaraður 7. juli 2019 (talvan).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona