Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aleksandar Boričić, CEV forseti, og Magnus Tausen, formaður í FBF | Mynd: FBF

Evropeiski flogbóltsforsetin til Føroya

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  12.02.2020 - 16:09 Ítrottur Tíðindaskriv

Tað verður fín altjóða vitjan, tá steypafinalurnar millum kvinnu- og mansliðini hjá Mjølnir og SÍ vera næsta vikuskiftið. Forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić, kemur til Føroya fríggjadagin í næstu viku

Tað hendir ikki á hvørjum degi, at vit hava forsetavitjan í Føroyum, men í næsta vikuskifti hendir tað.
Fríggjadagin kemur evropeiski flogbóltsforsetin, serbin Aleksandar Boričić, á vitjan, har hann millum annað skal vera við til steypafinalurnar, sum vera seinnapartin leygardagin, og hann verður eisini við til onkra av ungdómsfinalunum, sum vera sunnudagin.

Tað er Flogbóltssamband Føroya, sum hevur boðið forsetanum í CEV hendavegin, og fyri føroyska starvsfelagan, Magnus Tausen, er tað bæði hugaligt og týdningarmikið, at tey stýrandi í evropeiska flogbóltsfelagsskapinum við egnum eygum sleppa at síggja, hvussu flogbólturin her á landi er skipaður. 
 
 
Gott samstarv

- Vit hava eitt gott samstarv við CEV og halda tað vera týdningarmikið at fáa Aleksandar Boričić hendavegin, so hann sleppur at uppliva, hvussu føroyskur flogbóltur hevur tað. Tað er ikki á hvørjum degi, at tað eydnast okkum at fáa sjálvan forsetan hendavegin, og tí fegnast vit um, at tað bar til nú steypafinalurnar, sum er eitt heilt serligt vikuskiftið fyri føroyskan flogbólt, eru á skránni, sigur Magnus Tausen.


 
Spælari og venjari

Aleksandar Boričić er føddur í 1948 og hevur spælt nógvan flogbólt sjálvur. Hann hevur spælt 103 landsdystir og gjørdist nummar trý til EM í 1975. Eisini hevur hann vunnið nógv serbisk meistaraheiti.
Tá hann gavst at spæla gjørdist hann venjari, har hann fyrst og fremst hevur gjørt um seg sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Reyðu Stjørnu, sum undir hansara leiðslu vann jugoslaviska meistaraheitið fimm ferðir og steypakappingina fýra ferðir. Harumframt var hann eisini landsliðsvenjari hjá serbisku kvinnunum í sama tíðarskeiði.


 
Flogbóltspolitikari síðani 1992

Aleksandar Boričić hevur verið aktivur flogbóltspolitikari síðan 1992. Hann var forseti í heimliga flogbóltssambandinum og gjørdist í 2001 varaforseti í evropeiska flogbóltssambandinum. Í 2011 fekk hann heitið Senior Vice-President, og í oktober 2015 tók hann við sum forseti í evropeiska flogbóltssambandinum. Umframt tað hevur hann eisini verið varaforseti í altjóða flogbóltssambandinum, FIVB, síðan 2016.

Aleksandar Boričić kemur til Føroya 21. februar og fer av landinum aftur 25. Februar

Lýsing
Seinastu tíðindini
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur