Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Feðgarnir Samró við hvør sínum fyrilestri á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  17.02.2020 - 22:45 Myndarøð Politikkur Vinna

Væl av fólki var møtt í Miðhøllini í kvøld, tá ið feðgarnir, Samró, hildu hvør sín fyrilestur um maktstríðið, sum lutvíst byrjaði í 50-unum og 60-unum um marknaðir til m.a. Sovjetsamveldið og heilt fram til í dag.

Tað kann tykjast, at tær semjur, sum hava verið seinnu árni millum fleiri lond um fiskirættindi, í framtíðini kunnu fara at gerast torførari. Tí áhugamálini eru so ymisk og stríðið um proteinini hevur so stóran týdning fyri stórveldini.

 

Tað kann hugsast, segði Óli, at tað verða tvey og trý lond, heldur enn átta, sum kunnu semjast og áseta kvotur sínámillum her í norðurhøvum.

 

Í ringasta føri kann tað henda, at hvørt land sær ásetur sær sína kvotur serliga innan tey pelagisku fiskasløgini.

 

Óli Samró, búskaparfrøðingur og stjóri í Fishfacts

Kortspælið um makrel, sild og svartkjaft 

 

Komandi tíðina fara londini í Norðuratlantshavinum at spæla kort um nógvar milliardir. Tað verður eitt hart stríð. Makt og snildi verða brúkt at fáa sum mest hvør til sín.

 

Í hesum spæli kann BREXIT fáa ein serligan týdning. Spurningurin er, hvørji makrel, silda- og svartkjaftakort hava Føroyar, Bretland, Norra, Ísland og ES at spæla við, og hvussu væl verður spælt, tó at tú hevur góð kort á hondini, spurdi Óli Samró?


Hanus Samró, stjórnmálafrøðingur
Stríðið um proteinini - fiskur og uttanríkispolitikkur


Hanus fór aftur í tíðina, tá ið Atli Dam førdi samráðingar og bløðini kundi skriva, at útflutningurin var voksin frá 50 til 80.000 tunnur av sild í 1970-unum. Men søguliga sambandið við Russland gongur heilt aftur í 1950-ini, tá ið hópin av russisku fiskiskipum fiskaðu kring oyggjarnar

 

Føroyar vóru millum fyrstu tjóðirnar í heiminum, ið gjørdu fiskiveiðuavtalu við Sovjetsamveldið, og í dag er føroyski útflutningurin tætt knýttur at russiska marknaðinum.

 

Í dag koma 35 % av samlaða innflutninginum av fiski til russiska marknaðin frá Føroyum, so onkusvegna eigur Føroyar at hava eitt gott kort her.

 

Hagtølini vísa, hvønn týdning russiski marknaðurin hevur í dag, men tey siga ikki nakað um søguligu viðurskiftini, helt Hanus fyri. Hann vildi vísa á byrjanina av samhandilinum við Russland, sum hevði havt alstóran týdning – eisini fyri okkum í dag.

 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
Lýsing