Lýsing
Lýsing
Lýsing
Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er boðsend á fund í Heilsumálaráðnum í morgin árini har Turið Arge, aðalstjóri bíðar. Fyrrnevnda fær eftir øllum at døma sínar heimildir aftur eftir kvettroyndina. Hesin leikur er bert tann seinasti síðan 1898, tá góðar kreftir savnaðust saman um Klaksvíkar Sjúkrahús og sum sentralistarnir líka síðan hava vilja niðurlagt. | Mynd: Oliver Joensen

Sjúkrahús-kvettroyndin miseydnaðist

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2020 - 20:56 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Mánadagin hendi so ein kvettroynd í sjúkrahúsverkinum, har stjórarnir á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsum fingu boð um, at framyvir stóðu teir ikki sum stovnsleiðarar, og sambært Degi og viku týskvøldið merkti hetta m.a., at stjórarnir á smáu sjúkrahúsunum skuldu senda roknskapirnar til stjóran á sjúkrahúsinum í Havn, og ikki til Heilsumálaráðið sum higartil. Teir høvdu antin fingið ein nýggjan yvirorðnaðan ella vóru degraderaðir sjálvir.

Hetta fekk sjálvsagt allar góðar kreftir upp í tað reyða feltið, og eftir øllum at døma var landsstýrismaðurin á økinum sjálvur tikin av fótum, tá hann hoyrdi hetta. Í fyrstu atløgu helt hann avgerðina bara vera av roknskapartekniskum, fyrisitingarligum slagi. Hetta hevur hann helst fingið at vita frá fyrisitingini sjálvari. Í útvarpstíðindunum í gjár greiddi stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá, at hon varð blivin degraderað, og sjúkrahúsið tað sama, og í Degi og viku týskvøldið var stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini frammi og segði nakað tað sama.

So skjótt Norðlýsið frætti hetta mánadagin, settu vit spurnartekin við, um tað í heila tikið var lógligt, sum gekk fyri seg. Eftir øllum at døma var tað ikki tað. Í fleiri greinum í gjár og í dag vístu vit á, at tað sum var hent, í roynd og veru var, at leiðsluheimildirnar hjá Hans Paula Henryson og Alexandru á Dul vórðu tiknar frá teimum og latnar Steinari Eirikstoft á Landssjúkrahúsinum. Heimildirnar at ráða yvir játtanini á egnum stovni. Greitt var skjótt, at her var farið eitt grovt misbrot fram.

Tingmenn ruku sjálvandi upp úr stólinum av hesum. Bjarni Hammer úr Suðuroy bar skjótt av og orðaði ein fyrispurning til landsstýrismannin um, hvat hetta var fyri nakað. Erhard Joensen, eisini úr Suðuroy, var í miðlunum, og tað sama hava norðoyingatingmenninir Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Frimodt Rasmussen verið, umframt Beinta Løwe úr andstøðuni. Frimodt Rasmussen fekk frágreiðing frá sínum landsstýrismanni, Kaj Leo Johannesen, um, at hesin hevði givið boð um, at broytingin skuldi takast aftur.

So skuldi man kanska hildið, at nú var alt gott aftur. Men hetta kann ikki blíva við. Føroyar kunnu ikki liva við at hava eina miðfyrisiting, sum livir sítt egna lív og gongur ímóti Løgtingsins vilja. Og tað kann landsstýrismaðurin avgjørt heldur ikki, tí gongur hansara fyrisiting ímóti Løgtinginum, so fær hann eitt misálit á seg, sum verður samtykt.

Vit eiga at vera komin víðari. Føroyar hava 3 sjúkrahús, og tað er endaliga avgjørt, at tað skulu vit eisini hava framyvir. Finnast framvegis kreftir í fyrisitingini, sum ynskja smáu sjúkrahúsini avmonterað ella niðurløgd, so skulu tey halda hetta fyri seg sjálvi, ikki arbeiða fram ímóti tí, og so als ikki í tí dulda, har starvsfólk kenna seg álopin og fáa sín autoritet undirgrivnan í telduskipanum.

Miðfyrisitingin hevur hvørki heimild ella til uppgávu at broyta bygnaðin í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hann er staðfestur í lóg, og lógina kann einans Løgtingið broyta. Vil man sum fyrisiting ikki innrætta seg eftir galdandi lóg, so skal man leggja frá sær, ikki royna at undirminera skipanina innanífrá.

Tað kann avgjørt ikki vera hugaligt fyri landsstýrismannin Kaj Leo Holm Johannesen, sum skuldi í 90-ára føðingardag hjá mammu síni, nakrar fáar tímar frammanundan at fáa eina røð av tingfólkum upp á nakkan fyri nakað, sum hansara fyrisiting hevur gjørt. Og helst man hann nú fara at gera alt fyri, at sovorðið ikki kemur fyri aftur.

Ikki minst er hetta funnin fressur hjá andstøðuni. Javnaðarflokkurin skrivar, at talan allarhelst er um lógarbrot, og hevur sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin um tað. Grundgevingin er, at hetta er gjørt uttan um Løgtingið, nevniliga at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur fingið ræðisrætt inni á játtanunum hjá Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsum.

At síggja til hevur landsstýrismaðurin handlað skjótt og sløkt sjálvan eldin, men líkt er til, at har má eitt uppruddingararbeiði til í Heilsumálaráðnum eisini, so hetta ikki endurtekur seg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…