Lýsing
Lýsing
Lýsing

Olaf Olsen segði frá í Betesda

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  20.02.2020 - 14:19 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Áhugavert var at hoyra Olaf greiða frá sjólívi sínum, sum tó at tað vardi eini 20 ár var hendingaríkt. Hann byrjaði sum ungur og var tað kokkur ein túr við einum eldri báti. Síðani var hann messur við einum øðrum, men helt at hetta var umvenda leiðin eftir ”rangstiganum”.

Síðani fór nøkur ár við línu við Atlantsfarinum, men skjótt kom hann umborð á trolara, millum annað í Íslandi, har hann eftir stuttari tíð gjørdist ein sera dugnaligur og avhildin trolmaður.

 

Hann fer uppá skúla, siglir við Vágbingi, Ólavi Halga og øðrum trolarum.

 

Í 1969 keypir hann saman við Jákup Oluf á Lakjuni, og Sámal Jacobsen úr Fuglafirði, Otto Dam úr Porkeri og Janus av Reyni úr Havn, hekkutrolaran, Vónina.

 

Teir sóu tørvin á, at onkur var til at veita og umvæla útgerð, og tað varð byrjanin til, at Olaf Olsen fer uppá land fyrst í 70’unum og stovnsetur trolvirkið Vónina. Í byrjanini eru teir í kjallaranum í City, har Theodor Johannesen eisini var við - ein avhildin kempa, sum øll árini var við Ólavi Halga.

 

Teir byggja so nýggja virkið, Vónin beint við City í Fuglafirði, og gerst skjótt er ein víðakend og avhildin fyritøka – seinni eisini langt útum landoddarnar.

 

Í 1978 reiddi hann út Cuba-bátarnar og var hetta ein serstøk vinnusøga. Teir fiskaðu frá1978 – 2002 og summir longri upp í ”0-ini” 260.000 tons til eitt virði á kr. 1,3 mia.

 

Eitt skiftið var Olaf eisini lærari á Sjómansskúlanum, sum honum dámdi væl. Men hetta hóvaði ikki Jákup Oluf á Lakjuni, so Olaf noyddist norður aftur til Fuglafjarðar at dríva Vónina

 

Í 1980 fer Olaf uppí politikk og verður valdur á ting fyri Fólkaflokkin. Hann var eisini landsstýrismaður í fiskimálum og eisini í heilsumálum. Í 1994 gavst Olaf Olsen í politikki.

 

Jú, Olaf Olsen hevði nógv at siga frá, og áhugavert er altíð at líða á, tá ið hann sigur frá so hóvligur, gløggur og vitandi.

 

Og sjálvandi var eisini hópin av fólki og lurtaðu. Eisini var frálíkur sangur undir leiðslu av Vitanum, eins og tað sum so ofta fyrr, var sera væl uppdekkað við góðum breyði, bollum og køkum í hópatali.

 

Stóra takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag