Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Vikuskiftisveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.02.2020 - 11:20 Tíðindi Veðrið

Í dag og stóran part av morgindegnum fer óstøðug luft at reka ímóti Føroyum úr útsynningi. Luftin kemur av leiðunum við Norðpólin. Hon fer ein umveg suður við eysturstrond Grønlands, áðrenn hon snarar til Føroyar. Tí er lotið kalt, hóast ættin er um útsynning.

Eitt sindur út á seinnapartin í morgin – leygardagin – er lágtrýstið, sum stýrir hesum vindi, farið norður í Barentshav, og tá fer ættin at snara upp í útnyrðing-norðan.

Meira ítøkiligt, so er ættin útsynningur í morgun. Vindurin kring landið er eini 16-17 m/s. Ójavnur, sambært www.vedrid.fo. Hitin liggur um 4-5 stig, men kennist sum minus 2-3 stig – hetta kallast vindkøling (windchill). Okkurt ælið er við regni ella kava.

Seinnapartin fer vindurin at veksa eitt sindur. Í kvøld eru upp í 20 m/s í miðalvindi. Men talan er um ójavnan vind, so tað vera løtur við væl meiri vindi enn miðalvindinum. Ælini fara at vera restina av degnum og í kvøld eisini, og hitalagið fer at vera sum í morgun – t.e. sum nevnt er omanfyri.

Í nátt og morgin ári er eitt sindur minni vindur, enn nevnt er omanfyri úr somu ætt. Tað verður longri millum ælini út á fyrrapartin í morgin.

Eitt sindur eftir middag í morgin fer ættin upp í útnyrðing-norðan. Samstundis minkar vindurin niður um 10 m/s, og tað verður turt. Fyrst norðanfyri, ein tíma ella so seinni sunnanfyri.

Leygarkvøldið er lítil vindur. Sunnunátt og -morgun um einar 5 m/s og framvegis turt – undantikið onkra løtu snimma á morgni. Um middag sunnudagin fer ættin niður í vestan, og nakrar tímar seinni fer vindurin aftur at veksa eitt sindur.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin