Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trolmenn - ein frálíkur brellbiti

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  23.02.2020 - 14:49 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár vóru 140 mans og 4 kvinnur og hugdu at filmsbrotinum ”Trolmenn” – ein frálíkur brellbiti til eina størri snónvarps sendirøð, sum kemur seinni.

Tað er Zacharias Hammer, sum sera hegniseliga hevur sett saman eitt sigandi søguligt brot um trolsøguna - um hvussu trolmentanin byrjaði í tí smáa heilt frá 1905, tá ið Ólavur á Heygum í Vestmanna keypti trolaran, Lord Alfred Passgé.

 

Tvey ár seinni, í 1907 kom Poli í Dali, við einum trolara, hann keypti saman við øðrum. Men byrjanartrupulleikar, óhapp og lágir fiskaprísir vann tí verri ikki hesum trolarum lív lagað.

 

Ikki fyrr enn í desember í 1933 tá ið Kjølbro og Christian Holm Jacobsen keyptu ein trolara úr Bretlandi, sum teir nevndu Skálaberg, fór at bera til. Hesin trolarin var skrásettur í Havn, men sigldi út frá Klaksvík. Trolarin var tá 15 ára gamal, tá ið hann varð keyptur til Føroya.

 

Teir fingu ikki lán at keypa trolara fyri, men valdu at halda á og keyptu, og fyrsta árið gav yvirskot. Hetta var ein koltrolari og segði Kjølbro, at hetta bleiv eitt skúlaskip, har menn lærdu seg ymiskt innan trol og komu á lagið.

 

Nøkur ár eftir, at hesin trolarin hjá Kjølbro var komin, kom at trolari, Leivur Øssurson á Tvøroyri. Skálaberg bleiv seldur til Hálands í 1947, og nýggjur trolari keyptur

 

Sum sagt var nógv áhugavert á skrá eisini um tá ið diesel-riknir trolarar komu, tá ið partrolarirnir kom.

 

Eitt áhugavert søguligt yvirlit, sum verður spennandi at síggja í fullari longd seinni í sjónvarpi Føroya.

 

Søgan um rækjurnar

Eftir filmin, hevði Helgi Jacobsen, rithøvundur eina framløguum John Dam sum var fystur at taka rækjuveiðu upp við Grønland.

 

Gunnar Nolsøe hevði eisini samrøðu við Helgi Jacobsen, Árna Dam, Eisenberg Hansen og Kjartan Joensen, skipara og reiðara um ta fyrstu rækjutíðina við Vesturvarða, Horisont og skipunum, sum síðani komu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja