Lýsing
Lýsing
Lýsing

24 umsóknir um stuðul til gransking í 2020

SKRIVAÐ: Granskingarráðið  |  24.02.2020 - 09:13 Tíðindaskriv

Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti leygardagin 15. februar kl. 12. Tað komu 24 umsóknir inn.  

Hetta er lægsta talið av umsóknum síðani 2007. Í 2019 vóru 31 umsóknir. Til samans verður søkt um góðar 23 mió. kr. Hetta er tað sama sum í 2019. Talið av umsóknum er ójavnt ár fyri ár, tað hevur verið frá 24 heilt upp til 48 í 2014, sum var tað hægsta nakrantíð.

Tað eru upp til 7,5 mió. kr. tøkar til stuðul í 2020. Seinnu árini hava millum 8 og 12 umsóknir fingið játtaðan stuðul árliga. 

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her 

Viðgerð av umsóknum

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu uttanhýsis ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknum er vanliga í mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

Vit hava sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…