Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áldubáran og Jákup Lützen við nýggjar Sunleif-útgávu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.02.2020 - 08:31 Mentan Tíðindaskriv

Sunnudagin 1. mars 2020 kemur nýggj tónleikaútgáva á marknaðin. Tað er fløga við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. Fløgan eitur ANDALAG. Tað er tónleikabólkurin ALDUBÁRAN, ið framførir tónleikin. Solistur á fløguni er Jákup Lützen, ið leikar á viola.

Útgávan verður løgd fram á konsert á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sunnudagin 1. mars kl. 15.00. Konsertin, og móttøkan eftir konsertina, er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Jákup Højgaard Lützen (f. 1988) er úr Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla violin. Seinni skifti hann til viola. Hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar á Tórshavnar musikkskúla, og var Jákup ein av teim fyrstu, ið byrjaði á úrmælingaskeiðinum Musikkskúlamiðnámi í 2005. Síðani gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonservatorium, har ið hann tók kandidatprógv í 2013 og seinni solistdebut í 2017.

Jákup var frá 2013-15 limur í Gustav Mahler Jugendorchester, ið hann spældi við í kendastu konsertsalunum kring Evropu. Hann hevur eisini verið solistur við Føroya Symfoniorkestri.

Jákup starvast dagliga í orkestrinum Copenhagen Phil.

Verkið, ið Jákup Lützen spælir á fløguni ANDALAG, og á konsertini sunnudagin 1. mars, er ein Solo Sonata fyri viola, ið Sunleif Rasmussen skrivaði til endaligu debutkonsertina hjá Jákupi í 2017.

Hini verkini á konsertini eru tvær blásarakvartettir, Andalag nr. 5 og 7, eftir Sunleif Rasmussen.

Konsertin varir slakan tíma og er uttan steðg. Eftir konsertina er móttøka, har ið Aldubáran, forlagið Wilhelm Hansen og plátufelagið DACAPO eru vertir.

ALDUBÁRAN:   Andrea Heindriksdóttir, floyta – Anna Klett, klarinett – Britta Cortabarria, fagott – Páll Sólstein, horn – Bernhardur Wilkinson, dirigentur – Jákup Lützen, viola

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja