Lýsing
Lýsing
Lýsing

2019 var eitt gott ár hjá BankNordik

SKRIVAÐ: BankNordik  |  27.02.2020 - 08:09 Tíðindaskriv Vinna

Árið í fjør hilnaðist væl hjá BankNordik, hóast umstøðurnar at reka bankavirksemi sum heild eru vorðnar meiri avbjóðandi. Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr., og rakstrarúrslitið 289 mió. kr. Bankin væntar ein framhaldandi hóvligan útlánsvøkstur í 2020.

2019 var enn eitt ár við nógvum virksemi í føroyska samfelagnum, og tað
sæst aftur í hóvliga útlánsvøkstrinum til privatu húsarhaldini. Tølini vísa, at
føroysku kundar bankans í alsamt størri mun velja at fíggja bústaðin við
realkredittláni, meðan eftirspurningurin eftir siðvanda bankaláninum er min-
kaður.

”Virksemið hjá samtakinum royndist sum heild væl í 2019, og úrslitið gjør-
dist betri, enn vit upprunaliga væntaðu. Árið var m.a. merkt av nýggjum
talgildum gjaldsloysnum, og harumframt fóru vit undir at bjóða privatkun-
dum og vinnulívskundum nýggjar lánsmøguleikar til fígging av um-
hvørvisvinarligum íløgum og nýskapandi verkætlanum,” sigur Árni Ellefsen,
forstjóri í BankNordik.

Hóast 2019 var eitt gott ár hjá samtakinum, hava marknaðarumstøðurnar og áhaldandi lága rentustøðið við sær, at tað gerst alsamt meiri avbjóðandi at reka lønandi bankavirksemi. Tískil tillagaði bankin í desember rentur, prísir og bygnað fyri at tryggja ein framhaldandi skynsaman rakstur. ”Tað er ikki hugaligt at fremja slíkar broytingar, ið ávirka bæði kundar og starvsfólk, men tað er neyðugt, um vit eisini vilja vera kappingarfør í framtíðini. Starvs- fólkini í samtakinum hava tí rós uppiborið fyri stuðulin og stóra arbeiðið; eisini hóast truplar avgerðir eru tiknar,” sigur Árni Ellefsen.

Dótturfeløgini hjá samtakinum, Trygd og Skyn, høvdu eisini eitt gott ár í 2019. Tryggingarinntøkurnar hækkaðu, meðan skaðarnir vóru á einum lut- falsliga lágum støði. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum sæst aftur í virk- seminum hjá Skyn, sum seldi 240 ognir í 2019 samanborið við 234 ognir í 2018. Umframt ognirnar á sølulistanum avgreiddi Skyn eisini 86 privatar sølur.

Avlopið fyri 2019 gjørdist 207 mió. kr., og av hesum ætlar bankin at gjalda íleggjarunum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti. Hetta svarar til 7 kr. fyri partabræ- við. Broyttu marknaðarumstøðurnar hava við sær, at bankin væntar eitt lægri úrslit í 2020 enn í 2019.

 

Ársroknskapurin 2019 í stuttum

-  Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 mió. kr. samanborið við 323 mió. kr. í 2018.
-  Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 185 mió. kr. samanborið við 179 mió. kr. í 2018.
-  Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 105 mió. kr. saman- borið við 111 mió. kr. í 2018.
-  Rakstrarúrslitið gjørdist 289 mió. kr., ið er tað sama sum í 2018.
-  Útlán bankans lækkaðu úr 10 mia. kr. í 2018 til 9,9 mia. kr. í 2019.
-  Innlán bankans hækkaðu úr 13,4 mia. kr. í 2018 til 14,4 mia. kr. í 2019.
-  Solvensurin hækkaði úr 19,8% í 2018 til 22,3% í 2019.
-  Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2020 verður 100-150 mió. kr. (2019: 207 mió. kr.).

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)