Lýsing
Lýsing
Lýsing

Video upptøka vísir løtuna tá tekjan varð rivin av Spaniastovu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  01.03.2020 - 05:15 Kykmynd Tíðindi

Ein videoupptøka sum Ragnhild Ellingsgaard hevur lagt út á sín Facebook vanga, vísir løtuna tá tekjan reiv í Spaniastovu.

Sambært Løgregluni er eingin fráboðan komin um at nakar hevur fingið álvarsligt mein neyðugt var ongantíð at senda fólk á sjúkrahúsið.
 
-       Tó vita vit at onkur hevur fingiå smærri skaða tí á skaðastovuni komu nøkur sum høvdu fingið snudd og bløddu.
 
Konsertin bráddliga avbrotin
Rani Nolsøe hevði júst útgávukonsert tá tekjan reiv og sambært video sum Ragnhild sjálv hevur lagt út á Facebook var hon júst í ferð við ein upplestur á pallinum tá tekjan reiv og gólvið lyftist upp.
 
Hon skrivar soleiðis á facebook:

At vitja Spaniastovu er vanliga ein sterk og innilig uppliving. Men í kvøld bar av, tá ein ógvuslig hvirla streyk framvið til annars frálíku útgávukonsertina hjá Rani Nolsøe.
 
Gólvið í Miðstovu lyfti seg upp, tekjan í norðara enda reyk av og tveir glasveggir sprongdust inn í Spaniastovu. 

Konsertin mátti brótast av og onkur mátti á skaðastovuna. Hetta var ein ógvuslig uppliving, men fólk vóru rólig og ansaðu eftir hvør øðrum. Tíbetur vóru - eftir tí, sum vit hava frætt - eingir álvarsamir fólkaskaðar. 

Góði Rani! Takk fyri í kvøld. Nú gleða okkum til eina nýggja konsert, tá Spaniastova er umvæld. Tað, sum vit hoyrdu, var alt fantastiskt og verður kvøldið ikki gloymt hesumegin øldina.


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…