Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rani Nolsøe

Bjargingarfólk eiga størsta heiður

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.03.2020 - 17:15 Tíðindaskriv Tíðindi Veðrið

Eftir fleiri tímum við hørðum vindi heilt upp í ódnarstyrki, hevur nú verið ein lítil glotti. Ivaleyst er harði vindurin ikki heilt hasaður av enn, og tí eiga øll at vísa eyka varsemi næstu tímarnar. Vindurin hevur havt við sær, at Sløkkiliðið fleiri ferðir er rykt út, tí stórir skaðar eru hendir í Norðoyggjum.

Vit eiga ómetaliga djørv bjargingarfólk, ið seta alt til síðis fyri at bjarga tí, ið bjargast kann. Tekjur eru farnar, og tilfar hevur fokið millum hús. 

Sum vanligir borgarar kunnu vit ongantíð seta nóg stóran prís upp á tað, ið tit gera. Tíðliga og seint, gjøgnum eld ella vatn, í ódn ella regni, so eru tit har at hjálpa okkum. Eini hús, sum standa í ljósum loða, ein bátur, sum er sokkin, ein hjallur, ið er tikin av vindi, ella ein álvarsom ferðsluvanlukka. Tit eru altíð klárir og til staðar. 

Tíbetur er tað ikki so ofta, at vit hava brúk fyri tykkum, men tá ið tað er, so skal tilbúgvingin virka og alt skal klappa. Og seinasta døgnið hava vit sæð, at tit hava lagt alt fyri í strembanini at hjálpa.

Eg eri vísur í, at eg tosi fyri øll, tá ið eg sigi, at tit gera eitt fantastiskt arbeiði. Tykkara nærlagni, vilji og áræði hevur bjargað mongum lívi gjøgnum árini og avmarkað nógvar skaðar, so teir ikki gerast enn størri. 

Sum formaður í Tilbúgvingarnevndini og borgarstjóri vil eg, vegna okkum øll í Norðoyggjum, takka tykkum hjartaliga fyri tykkara dirvi og nærlagni. Vit taka tað ikki fyri givið!

At vit sum land hava fólk, ið vilja seta egi lív í váða fyri onnur, tað er gull vert.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…