Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Symfoniorkestur spælir várkonsert í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.03.2026 - 00:51 Mentan Myndarøð Tíðindi

Eftir eina framúrskarandi nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at seta sjóneykuna á ungar føroyskar tónleikarar.

 

Á várkonsertini framførir Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov.

Konsertin verður í Varpinum í Klaksvík sunnudagin 15. mars kl. 16.00.

Harumframt framførir symfoniorkestrið verkið ”let me cry” eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. Eli hevur seinastu árini vunnið sær sæti á altjóða tónleikapallinum.

 

Undanprát

Stutt undanprát verður kl. 15.20. Her fara dirigentur og tónaskald at tosa um verkini á konsertini. Og hvør veit, kanska verður eisini onkur skemtisøga á skrá.

 

Altjóða gjøgnumbrot

Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, pianistur og elektroniskur tónleikari. Hann hevur masterútbúgving í tónasmíði frá New York University og hevur samstarvað við m.a. BBC Scottish Symphony Orchestra og Helsingborgs Symfoniorkester.

Orkesturverkið let me cry var frumframført á Nordic Music Days í Skotlandi í 2024 og var eitt týdningarmikið gjøgnumbrot. Síðani hava fleiri evropeisk orkestur sett verkið á skránna.

 

Aksel Remmel

Aksel Remmel tók í 2025 masterútbúgving á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn hjá professor Jens Elvekjær. Hann vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar og hevur áður framført við Føroya Symfoniorkestri.

Á várkonsertini spælir Aksel fyri fyrstu ferð eina heila klaverkonsert við orkestri. Klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov er eitt av kendastu, og mest virtuosu klaververkum.


Tjajkovskijs 4. symfoni

Á skránni er eisini 4. symfoni eftir Tjajkovskij. Verkið er skrivað í árunum 1877–1878. Verkið snýr seg um lagnu – fatum – og speglar persónliga kreppu hjá tónaskaldinum í einum sterkum dramatiskum tónalagi. Í dag verður symfoniin roknað sum hin týdningarmiklasta eftir Tjajkovskij og verður framførd kring allan heim.

 

Dirigentur við altjóða royndum

Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar orkestrinum. Catherine er fødd í Manchester og býr í Berlin. Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin valdi hon í 2012 at fylgja dirigentdreyminum. Hon hevur m.a. stjórnað orkestrum sum London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales og Berliner Radiosymfoniorkestri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…
Hjartasuff um KvF og um til tíðir at gja…
Ægir skipaði fyri bólkastevnu
Upptakt: KÍ-ÍF
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Hvat ger Sjúrður nú?