Lýsing

ADHD Rundferð í Klaksvík

SKRIVAÐ: ADHD felagið  |  02.03.2020 - 08:00 Myndarøð Tíðindaskriv

Tiltakið verður 26.mars frá kl.19-21.45 í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík og er í tøttum samstarvið við Klaksvínar kommunu. 

 

 

“Tillukku tú hevur ADHD”

Soleiðis sigur 24 ára gamla Bára Silvansdóttir, næstforkvinna í ADHD felagnum í síni innarligu, erligu og undirhaldandi framløgu “Um at fáa ADHD sum vaksin”. Framløgan hjá Báru er ein av fýra á tiltakinum ADHD Rundferð, sum ADHD felagið skipar fyri í samstarvið við Klaksvíkar kommunu 26.mars kl. 19 í Miðhøll á Skúlatrøð.

 

Gjøgnum barna- og ungdómsárini kendi Bára seg altíð øðrvísi og føldi, at alt var nógv strævnari hjá henni enn hjá tvíburðabeiggjanum og hennara javnaldraðum.

Hon megnaði m.a. illa at hugsavna seg í skúlanum, hóast hon hevur sera góðar gávur, bæði kreativar og fakligar. - Í dag veit hon, at tað var bara hennara menningarórógv, sum var orsøkin til avbjóðingarnar.

Tá hon var 21 ára gomul fór hon til lækna, sum sendi hana víðar til útgreining. Eftir at hava bíðað í næstan 2 ár var Bára so niðurundirkomin, at hon valdi at fara til privata útgreining.

 

Tá diagnosan varð staðfest, kendi hon eina stóra gleði. Tí nú visti hon, at tað bara var ADHD henni feilti, og nú kundi hon fáa hjálp!

ADHD amboðskassin, heiligvágurin og eitt sindur av tillaginum og eyka hjálp hon fær á Glasir ger, at Bára trívist sera væl nú. Eftir nógvar miseydnaðar skúlaroyndir og starvsroyndir eftir fólkaskúlan, elskar hon nú at ganga í skúla. Hon megnar at hugsavna seg, og fyri fyrstu ferð hevur hon fingið eitt flott 10 tal fyri eina støddfrøðiuppgávu. -Alt kennist lættari síðani eg fekk staðfest ADHD; skúlin, vinir og familja kunnu skilja betri nú og á tann hátt, fáa tey betri hjálpt mær. -Eg klári meira enn fyrr og eg orki at halda á í longri tíð, leggur Bára aftrat.

 

 

“Torføra avgerðin”

Bjørg Dam er foreldur at barnið við ADHD, og er eisini forkvinna í ADHD felagnum.

Hon hevur framløgu um sera torføra leiklutin, sum mamma at barnið við ADHD og allar tær torføru avgerðirnar ein skal taka. -Sum mamma veit mann innast inni, at alt er ikki sum tað eigur, og tað gera fólkini rundan um teg helst eisini. Men av tí at ADHD hevur status, sum eitt tað ringasta spjaldrið vit kunna seta á eitt barn, so verður ADHD ofta ikki tikið upp á tungu, ella er tað seinasta man fer at kanna fyri.

 

Øll hagtøl vísa, at jú fyrr eitt barn fær viðgerð, hjálp og tillagingar í lívinum, tess betri lívsgóðsku og lívsvónir fær tað. Tí er tað sera týðandi at gjørt verður upp við fordómarnir og stigmatiseringina ADHD, sum er grundað á manglandi vitan. Tí vilja vit foretelja okkara persónligu søgur, eins og fremstu fakfólk innan psykiatriina greiða frá ADHD hjá vaksnum og børnum.

 

- Mín framløga er eitt uppróp serliga til mammur. Tí mammur eru í flestu førum barnsins fremsti umsorganarpersónur, og tí eru tað tær, sum standa við torføru avgerðunum. Eisini eru tað mammurnar, sum berjast ímóti stigmatiseringini og okkara almennu skipanum, ið enn ikki eru nóg góðar til at finna og hjálpa børn við ADHD í rímiligari tíð.  Vit síggja, at tað eru mammurnar, ið eru skjótari at viðurkenna trupuleikar, seta seg inn í tingini og handla. Hettar er kanska sera provokativt at siga, men tað hevði verið ein fyrimunur fyri børnini, um páparnir komu meira uppá banan, tá tað kemur til umsorgnararøkið og sálarheilsuna!

 

 

Í dag hava vit eina væl skikkaða og góða, men ov lítla psykiatri, við viðgerðum sum hjálpa sera væl teimum fáu, sum koma ígjøgnum. Vit síggja børn, hvørs trivnaðarkurva fer beint uppeftir, og vit síggja vaksnar fyritíðarpensionistar, sum fara til arbeiðis aftur. Hetta eftir at hava fingið røttu diagnosu og røttu viðgerð.

 

- Tað eru 3 ár síðan at 9 ára gamli sonur Bjørg tilvildarligt luttók í einari frívilligari heilsu-granskingarverkætlan, har tað var mett, at hann allarhelst hevði ADHD. Hetta gav okkum  tungtvigandi skjalið í tjúkku saksmappuna vit annars høvdu savna saman við úttalilsum frá námsfrøðingum, fyso- og ergoterapeutum seinastu í 6 árini. Hetta varð skjalið, sum endaliga slóðaði fyri, at vit komu ígjøgnum nálareygað og til útgreiningar á barnapsykiatriini.

Tað merkir, at vit í 6 ár hava gingið mórugongu í skipanini og ikki eru beind inn á røttu diagnosina og røttu viðgerðina. - Eg haldi, tað er ein stórur veikleiki í okkara heilsuskipan tá tað er tilvildin og held, ið avgerð nær og hvør fær hjálp. Tað er als ikki nøktandi. 

 

- Mítt uppróp er eisini til samfelagið, sum skal gera tað lættari hjá foreldrunum at hjálpa sínum barnið. Tað skal ikki vera tilvildin, orkan ella vitanin hjá foreldnunum, ið skal vera avgerandi um barnið fær røttu hjálp og kemur í viðgerð.

Tað skal verða ein skipan, sum javnsetur menningaróløg við aðrar kropsligar avbjóðingar.

- Tað fullkomna hevði verið, um tað varð líka nattúrligt at kanna atferðarmenningina hjá børnum, sum at senda tey til barnatannlækna at kanna tennirnar.

Vit kunnu geva børnunum boylaviðgerð fyri at tennirnar skula vaksa rætt, og vit kunnu geva ADHD viðgerð fyri, at atferðin skal mennast rætt. Munurin er tó, at ímeðan tað er ein sjálvfylgja at foreldrini takka ja til hjálp at fáa tennirnar at vaksa beint, takka nógv nei til at hjálpa atferðini hjá barninum at mennast rætt.

 

Sambært hagtølum og faklitteraturinum er eingin ivi, at jú fyrr ADHD fangast tess betri eru útlitini til eitt vanligt lív og góðari lívsgóðsku. Tí er mín framløga ein áheitan til foreldur, fagfólk og politikarar at taka ábyrgd fyri at børnini fáa hjálp so tíðliga sum gjørligt. 

 

Í Føroyum eru vit komin stutt við at finna tey børn og vaksin sum stríðast við óviðgjørt ADHD. Okkara stovnar, skúlar, heilsuverk, almannaverk og arbeiðsmarknaðurin eru ikki gearaðið til at veita nøktandi tillagingar og hjálp enn.

Tikið samanum, er langt eftir á mál, men vit merkja nú størri viðurkenning, vaksandi áhuga og opinleika. Politiskt eru glottar, nú barnapsykiatriin í nøkur ár er uppraðfest, og vit frætta at peningur er settur av til ADHD ambulatoriið fyri vaksin.

 

Við at seta andlit á lagnurnar, ið stríðast við ADHD og vísa, hvussu vit megna at fáa eitt betri lív við diagnosu, so vóna vit at verða við til at vísa øðrum, at hjálpin er treytað av, at diagnosan verður sett.

 

ADHD Rundferðin er eitt tiltak við fýra framløgum og smáfilmum, sum ferðast kring landið. Hettar er triðja tiltak av seks. Umleið 400 fólk hava hoyrt Rundferðina higartil. Umframt Báru og Bjørg, so hevur ein barnasálarføðingur framløguna “ADHD og børn” og eitt fakfólk frá ADHD ambulatoriinum framløguna “ADHD og vaksin”.

 

Tiltakið er alment ætlað vaksnum og ungum við ADHD, foreldrum, avvarandi, fakfólkum, politikarum og øllum áhugaðum. Fleiri dagstovnar hava nýtt ókeypis høvið sum obligatoriskan starvsfólkafund, tað eru vit sera glað fyri.

Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni adhd.fo

Tiltakið verður 26.mars frá kl.19-21.45 í Miðhøll á Skúlatrøð í Klaksvík og er í tøttum samstarvið við Klaksvínar kommunu. 

 

 

 

______________

 

 

Fakta um ADHD/ADD

ADHD er eitt neuropsykiatrisk ólag, sum stendur fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder (Uppmerksemis Mangul Hyperaktivt Ólag) og er sum aloftast genetiskt.

 

ADHD er eitt dimensionelt menningarólag, sum merkir, at ein kann vera nógv merktur ella eitt sindur.

 

Ólagið seinkar menningina av teimum eksekutivu funktióninum í heilanum sum stýra uppmerksemi, impulsstýring og aktivitetstig. Um aktivitetsstigið (hyperaktiviteturin) er ov høgt er talan um ADHD, og er tað lágt er talan um ADD.
Í dag skynir fagligheitin aloftast ikki ímllum ADHD og ADD, og dekkar tí hugtakið ADHD fyri ADD eisini.

 

Ein tummilfingraregul er, at menningin er seinkað 30%. Tað vil siga, at eitt 15 ára gamalt barn megnar t.d. at hugsavna seg sum eitt 10-11 ára gamalt. Men við at seta tíðliga inn við viðgerð, hjálp og tillaginum ber til at styrkja menningina so barnið mennist meira aldurssvarandi. Við vitanini í dag, kann barnið læra at kompensera og brúka aðar háttir at stýra sínari atferð.

 

 

Við viðgerð kunna børn, ung og vaksin við ADHD fáa eina lívsgóðsku ájavnt við øll onnur mált uppá inntøku og heilsu.

 

Hagtøl

Sambært WHO hava 5% av øllum børnum og 2,5% av vaksnum ADHD. Tølini í Íslandi eru væl hægri uml. 10%. Hetta tí Ísland brúkar aðar standardir og helst tí genpuljan er so lítil.

Roknað á hesi tøl, hava umleið 1500-2000 fólk í Føroyum ADHD. Størsti parturin av hesum vita tað enn ikki, og fáa tí onga viðgerð.

 

 

Óviðgjørt ADHD kostar samfelagsliga og persónliga.

Danska Rockwoll fondurin roknaði seg fram til í 2014, at óviðgjørt ADHD kostar danska statinum 3.mia. krónir árliga. Eisini eru døpur hagtøl sum m.a. vísa, at vaksin óviðgjørd fólk við ADHD fáa stytri útbúgving, lægri inntøku, verða foreldur fyrr, liva 12,5 ár styttri, eru oftari í ferðsluvanlukkum og gera meira kriminalitet enn um tey fingu diagnosu og hjálp. Við viðgerð kunna fólk við ADHD kasta tað sama í samfelagið sum øll onnur.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hon skrivaði bræv og riggaði av, ímeðan…
Ljóðbrot: Tá KÍ vann greipuna fyri fyrst…
Pálmasunnudagur - andakt
Tredivutúsund ára gamlir, ella eldri, tr…
Minkandi vindur seinnapartin
Ísfiskalínu­skip­ini í Norð­oyggjum eru løg…
Eingin smittaður seinasta samdøgrið
Hygg her: Saman í tryggari frástøðu
(Ársúrslit) KÍ hevði nógv størst yvirsko…
Beinleiðis stroyming kl. 21
Egnarar fáa einki
Corona órættvísi: Góðan dag harra Løgmað…
Um Skálanes í Herjaskor
Manning frá Brimli niðri á Reynsmúla
181 føroyingar fingið staðfest smittuna
(Korana-kreppa) Útróðrarbátar­nir eru giv…
Løgtings­fundur í morgin
Hjálparpakki 2 lagdur fram
Fólka­pensjonistar sjúkradagpening og ísk…
Byrja við Føroya Løgtingi