Lýsing
Lýsing
Lýsing
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu | Mynd: Oliver Joensen

Skulu havnaútreiðslur býtast javnt so mugu havnainntøkur tað eisini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.03.2020 - 13:50 Leiðarin Politikkur Vinna

Tey, sum fylgja við, vita, at hóast nógvar ymiskar kommunur kring landið – t.d. Klaksvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar-, Tvøroyrar-, Vágs- og Hvalbiar kommunur – hava gjørt milliónaíløgur í havnir, sum skapa stór útflutningsvirðir, so endar meginparturin av inntøkunum av hesum virksemi í lummanum hjá Tórshavnar havn, sum Tórshavnar kommuna einsamøll eigur. Tí má vera øllum greitt, at skulu havnvaútreiðslur býtast javnt millum kommunurnar, so mugu havnainntøkurnar tað eisini

Í Útvarpi Føroya hoyrist nú borgarstjórin í Tórshavnar kommunu seta fram krøv um, at skulu aðrar kommunur – her kunnu vit t.d. nevna Hvalbiar kommunu – hava endurgjald frá landinum fyri stóru skaðarnar, sum ódnin um vikuskifti voldi, ja so skal Tórshavnar kommuna sjálvandi eisini hava pengar frá landinum fyri sínar skaðar.

Hetta ljóðar alt samalt so logiskt og tilforlátiligt, um ein ikki kennir umstøðurnar og fíggjarligu treytirnar, sum eru galdandi á hesum øki í Føroyum.

Tað er nevniliga so, at nógvar kommunur kring landið – her kunnu vit nevna t.d. Klaksvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar-, Tvøroyrar-, Vágs- og Hvalbiar kommunur – hava gjørt milliónaíløgur í havnir, sum skapa stór útflutningsvirðir.

Inn um kaikantin hjá hesum kommunum fara nevniliga túsundavís av tonsum av veiddum fiski frá skipum úr hesum somu landspørtum. Ein veiða, sum verður framleidd til fínastu útflutningsvøru, ið vit sum samfelag liva av og byggja okkara vælferð á.

Hesar havnir kring landið fáa tó bert ein brotpart av teimum brúgva- og havnainntøkum, sum henda hart vunna veiða gevur av sær, tí eftir at veiðan er blivin framleidd til fínastu útflutningsvøru, verður hon nú á døgum flutt við trailarum til eina og somu havn, haðani hon verður flutt út um kaikantin í farmaskip, sum sigla vøruna til keyparar kring knøttin allan.

Ein avleiðing av hesum er, at EIN havn í Føroyum fær meginpartin av havna- og brúgvainntøkunum av útflutningi føroya, hóast henda havn og kommuna als ikki hava skapt hesi virði.

Henda havn er Tórshavnar havn, sum umframt at vinna tjúkt upp á útflutning, sum er skaptur í og út frá øðrum havnum kring landið, eisini fær vinningin av so at siga øllum innflutningi til Føroya.

Tað er tann sama havn og kommuna, hvørs borgarstjóri í dag var í Útvarpi Føroya fyri at krevja, at tey nú skulu hava meira pengar frá hinum kommununum ella frá landinum til at umvæla skaðar, sum eru hendir í ódnini, sum var um vikuskiftið.

Her hongur alt ikki heilt so væl saman, tí skulu havnaútreiðslur býtast javnt, so mugu havnainntøkur tað eisini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar