Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjálparpakki fyri ½ milliard verður settur í verk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2020 - 19:20 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Á tíðindafundi kl. 18 í kvøld varð boðað frá, at Landsstýrið nú íverksetur ein hjálparpakka, ið skal koma teimum fyritøkum til hjálpar, ið eru rakt av kreppuni við Corona-virusi. Her er ein samandráttur av teimum átøkunum, ið verða íverksett komandi dagarnar.

 

Fiskavirkisskipanin verður víðkað

Skipanin, sum vit kenna sum fiskavirkisskipanina, verður víðkað, soleiðis at har fólk verða sett niður í niðursetta tíð, rindar ALS teimum eitt gjald omaná niðursettu lønina frá arbeiðsgevaranum.

 

Fyritøkur sleppa undan MVG 10. mai

Ikki kom greitt fram, um gjaldið verður strikað ella útsett, men í øllum førum skulu fyritøkur ikki rinda MVG aftur fyrrenn í august mánað. Hetta verður gjørt fyri at betra um gjaldførið her og nú. Hetta er nógv tað dýrasta átakið í hjálparpakkanum og verður mett at kosta Landskassanum 400 milliónir í mistum inntøkum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum var tó ikki avvísandi yvirfyri, at gjaldið verður kravt innaftur seinni.

Rætting (16. mars kl. 02.12): MVG skal rindast, men gjaldsdagurin verður útsettur. Tað vil siga at hetta gevur fyritøkunum meira likviditet í summar. Tað sum Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri ikki avvísti var, at tað kann verða, at alt ikki skal gjaldast í august, men kann verða at tað verður í ratum frá august og frameftir.

 

Endurgjøld fyri sjúkradagar

Landskassin hevur avgjørt at endurgjalda sjúkradagpening til arbeiðsgevarar, endurgjald fyri fyrsta og annan sjúkradag, eins og sjúkratryggingar til sjálvstøðug vinnurekandi, ið koma at galda frá fyrsta degi.

 

Eisini tey í sjálvbodnum sóttarhaldi fáa

Løntakarar, sum sjálvir velja at fara í sóttarhald, fara nú eisini at fáa dagpening, tó so, at hava tey møguleika fyri at arbeiða heimanífrá, skulu tey gera tað, og fáa tá ikki dagpening. Tilsamans fara útgjøldini í sjúkradagpeningi v.m. at kosta Landskassanum umleið 100-120 milliónir verður mett.

 

Vækstfonden hjálpir til

Landsstýrið hevur fingið eitt tilboð frá donsku stjórnini um at danski Vækstfonden kann koma inn og garantera fyri rakstrarlán til smáar fyritøkur, ið kunnu skjalprógva, at teirra umsetningur er minkaður við 50% ella meira.

 

Starvsfólkini á Akstovuni skulu aftur til arbeiðis

Ein spurningur frá einum miðlamanni á tíðindafundinum var, hví Akstovan ikki var til arbeiðis, tá har nú var íkomin ein fløskuhálsur, sum gjørdi, at fleiri bilasølur ikki fingu arbeitt. Har gjørdi løgmaður greitt, at boðini um at lata Akstovuna aftur vóru ikki komin frá Landsstýrinum, og spurdur um tað merkti, at tey skuldu fara til arbeiðis aftur, var løgmaður greiður og segði ja. Sostatt mugu vit rokna við, at Akstovan letur upp aftur í morgin, mánadagin.

Tilsamans fer allur Hjálparpakkin at kosta Landskassanum umleið ½ milliard her og nú, harav tað mesta eru mistar inntøkur, men eisini ein partur er økt útgjøld. Eftir øllum at døma megnar Landskassin hetta. Landsbankin hevur yvir 3 milliardir innistandandi, og Arbeiðsloysisskipanin eina knappa milliard.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?