Lýsing
Lýsing
Lýsing

90% av starvsfólkunum hjá Gist & Vist eru send heim – hetta fevnir um fastlønt, lærlingar og tímalønt

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.03.2020 - 19:17 Tíðindaskriv Vinna

Korona hevur stóra ávirkan á føroysku hotel- og matstovuvinnuna og harvið eisini á Gist & Vist.

Ávirkanin er bráðkomin og nú bert fáar dagar eftir, at Gist & Vist helt aðalfund við støði í besta ársúrslitinum í søgu felagsins, kunnu vit staðfesta, at virksemið sum heild er steðgað upp.

Avleiðingin er, at flest allar deildir hjá Gist & Vist lata aftur – fyribils.

Tó verður hildið áfram við at veita mat útvið og virksemið á Hotel Tórshavn heldur fram í skerdum líki.

Meginparturin av starvsfólkunum, í alt knapt 90%, verða send heim beinanvegin. Talan er um fastløn, lærlingar og tímalønt.  

Tey, sum ikki verða send heim í dag, fara niður í tíð og løn. Talan eru um starvsfólk í fyrisitingini, bókhaldinum, sølufólk og húsavørðar.

Tey støðini sum hava opið – Hotel Tórshavn, Bitin, Suppugarðurin, etika, eta og Silo – hava somuleiðis niðursetta arbeiðstíð.

Útbygging av kømurum og vælveruøki heldur fram, tíðarætlan og kostnaðarætlan halda.

Leiðslan í Gist & Vist harmast íkomnu støðuna og ta ávirkan, sum hetta hevur fyri starvsfólk og viðskiftafólk okkara. So skjótt sum tað er ráðiligt, lata vit upp aftur, og tá verða starvsfólkini sett aftur til somu lønartreytir sum áður.

Vit fegnast um, at staðið verður saman um at finna loysnir. Bæði myndugleikar, fíggjarstovnar, partarnir á arbeiðsmarknaðinum, okkara viðskiftafólk og starvsfólk og mong onnur taka lógvatøk saman. Í hesum sambandi er vert at nevna týdningin av, at upphæddirnar frá ALS hava eitt rímiligt og nýtiligt støði og at hjálparpakkar verða skipaðir, so teir eru fleksiblir og nýtiligir í breiðum høpi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…