Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin tikin frá veðurstøðini í Havn í ein landnyrðing. Lítil og eingin vindur. Eingi høg ella lág skýggj - bert miðalhøg skýggj (altocumulus og altostratus). | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Gott veður í dag og í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.03.2020 - 10:19 Tíðindi Veðrið

Ein hátrýstryggur hevur lagt seg yvir Føroyar. Hann verður liggjandi í dag og í morgin. Gott veður báðar dagarnar.

Í dag er tað eitt kalt rák av landnyrðingi-norði; í morgin eitt sindur lýggjari luft úr suðuri. Leygardagin er hann vekk.

Mátistøðirnar kring landið siga frá vindferð úr 3 og upp í 7 m/s. Ættin er landnyrðingur. Einki avfall nakrasteðs. Hitin liggur úr 1 og upp í 4 stig.

Ættin fer at vera beinur norðan seinnapartin, og tað verður hon restina av degnum í dag. Vindurin fer at minka eitt sindur seinnapartin – í kvøld eru 2 til 5 m/s.

Einki brúgvalag er ávegis til okkara. Turt allan dag, og hitin fer at liggja um nøkur stig oman fyri frostmarkið.

Hátrýstryggurin fer eitt sindur eystureftir, og tí fer ættin at skifta til ta øvugtu ella næstan øvugtu. Hetta verður fyrrapartin í morgin. Tá verður tað landsynningur restina av degnum.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
Lýsing