Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt móttøkuøki til burturkast

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  20.03.2020 - 15:02 Myndarøð Tíðindi Vinna

Verandi móttøkuøki til burturkast úti á Bumshamri, fer nú aftur á gamlar gøtur.

Um 1. apríl fara tær ymsu móttøkubingjurnar, sum nú eru í gamla grótbrotinum á Bumshamri, norður aftur á ”Bukvald” (Buchenwald) ella á Grønhólm, sum staðið hevur verið kallað.

 

Tó hevur býráðið 22. september 2009 samtykt, at nýggja heitið á hesum fagra staði skal vera Grønhøvdi.

 

Har hevur verið fríðkað um í longri tíð. Garðar við girðingum eru gjørdir og beton lagt um alt økið, so tað er lætt at halda og annars gera festir í, so bingjurnar ikki verða tiknar av vindi.

 

Eisini er ein manningaskúrur settur upp og øki til vandamikið burturkast gjørt. Hesum arbeiði at gera móttøkuøkið so prýðiligt og arbeiðsligt, sum gjørligt, hevur Kanjon staðið fyri.

 

Tá ið ruskplássið á Bumshamri er tómt fyri virksemi har, verður tað nýtt til moldgoymslu, alt fyllt upp og snøggað.

 

Miðjað verður eftir at kunna flyta so skjótt sum gjørligt. Men roknað verður við, at stutt eftir 1. apríl letur nýggja ruskmóttøkan hjá kommununi upp á Grønhøvda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik