Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur grátt at síggja vestureftir. Myndin er tikin i Mykinesi. Tað fer at gerast alsamt gráari seinnapartin í dag. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Eitt sindur av vindi í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.03.2020 - 11:32 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera eitt sindur av vindi í kvøld, í nátt og í ein part av morgindegnum.

Eitt djúpt lágtrýst er á middegi í dag statt einar 200 fjórðingar beint eystan fyri Kappan. Trýstið í miðjuni er lágt – 951hPa. Tað dregur nógva luft til sín.

Enn er tað langt burtur frá okkum, og tað merkist ikki nakað serligt. Men tað fer at nærkast, og tað fer at vera eitt sindur av vindi.

Vindurin er eitt sindur meir vestanfyri enn eystanfyri. Í Mykinesi eru 15 m/s; á Kirkju eru 4 m/s. Ættin er tann sama: útsynningur-sunnan. Fyri tað mesta er turt – bert okkurt kava- ella regnæl í støðum.

Seinnapartin fer vindurin at veksa spakuliga. Klokkan 18 eru 10 til 15 m/s um alt landið og ælaveður. Á midnátt eru 15 til 20 m/s og samregn, og soleiðis er øll náttin – líka til í morgin ári.

Fyrrapartin í morgin slítur í, og tað verður slítur í, samstundis sum ættin støkkur í útsynning. Hetta verður um 10-11 tíðina.

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum