Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Lánsbrøv

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  24.03.2020 - 13:51 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Nú er allur heimurin ikki bert í eini covid-19 beinkrímskreppu, men eisini í eini búskaparkreppu.

Skiftandi tíðir hava vit altíð havt. Viðhvørt gongur alt eftir vild, veðrið er gott og heilsan við. So vendir, og ódnir herja bæði so og so.

 

Men kunnu vit gera nakað fyri at linna pínuna?

 

Taka vit búskapargongdina, so er tað greitt, at vit í góðum tíðum kunnu gera tiltøk, sum lætta okkum møguleikarnar fyri at standa ímóti tá hart leikar á.

 

Eitt gott dømi um hvussu týdningarmikið hetta er, síggja vit í hesum døgum.

 

Vit hava av ringum royndum lært, at tað er vandamikið at fólk missa sítt arbeiði og verða rikin av landinum. Tá tíðirnar venda, og tørvur er á arbeiðsmegi, eru hesi fólk burturfarin og fáast ikki at venda heim aftur. Tí fingu vit fyri nøkrum árum síðani eina arbeiðsloysisskipan, soleiðis at tey sum mistu arbeiði, kundu liva her meðan tíðirnar vóru vánaligar.

 

Tað er at harmast um, at arbeiðsloysisgjaldið hevur verið í minna lagi, og at ov lítið hevur verið lagt í grunnin í góðum tíðum, men tað sindrið, sum har er, kemur nú væl við.

 

Annars er eitt gott ráð, at tað almenna sparir í góðum tíðum fyri at hava nakað at standa ímóti við í vánaligum tíðum.

 

Nú eru vit til tað væl fyri, tí nú henda kreppan rakar okkum, eru Føroyar eitt av teimum búskaparligu økjum heimsins, har skuld hins almenna er sera lág.

 

Hetta vil siga, at okkara landsstýri í eini støðu, har brúk er fyri stórum almennum útreiðslum, uttan himpr kann taka upp stór lán.

 

Skuld hins almenna kann annaðhvørt vera skuld til útlandið ella til landsins egnu borgarar.

 

Alstórur munur er á hesum hættum.

 

Hava vit skuld í útlondum, skulu vit gjalda hana aftur í útlendskum gjaldoyra. Fyri at fáa fatur á hesum gjaldoyra skulu vit flyta út vørur og tænastur. Útlendsku gjaldoyruni broytast støðugt í virði. Summi falla viðhvørt, og tá eru tey løtt at gjalda aftur. Men viðhvørt fara tey upp í virði, og tá kann skjótt standa hart á at fáa tey goldin aftur við okkara útflutningsavlopi.

 

Tí royna flestu stjórnir at fáa lán tikin upp frá egnum borgararum sínum.

 

Eitt dømi um hetta er Stórabretland. Har var stórur tørvur á almennum útreiðslum til øll tey kríggj sum teir vóru uppií. Serliga vóru tað útreiðslurnar til herskipini sum vóru so stórar at vanligir skattir ikki rukku. Tá var tað at vinnulívsmenn í 1694 tóku seg saman um at gera ein banka, Bank of England, sum kundi lána stjórnini pening til kríggini. Hetta gjørdu kapitalistarnir tí teir vistu, at tapti Stórabretland, so varð landið hersett av útlendingum, sum kundu taka alt fæ frá teimum. Lánini til tað almenna loystu seg væl, tí Bretland vann, og teir sum høvdu sett sítt álit á stjórnina fingu peningin aftur tá tørvur var á teimum, og ímeðan fingu teir rentu.

 

Hesa mannagongd hava stjórnir um allan heim nýtt.

 

Eisini her hjá okkum kann tað almenna hava skuld, uttan at tað er neyðugt at flyta út fyri at gjalda hana aftur. Er skuldin innlendsk, svarar tað til at vinstri lummi skyldar høgra lumma.

 

Í eini støðu sum henni vit nú eru í, hevði nevniliga verið upplagt at okkara landsstýri skrivaði út virðisbrævalán.

 

Stór tøk skulu takast fyri at gjalda tað sum skal til fyri at fáa samfelagið í gongd aftur. Útlitini fyri at reisa hesar upphæddir við at hækka skattirnar eru ikki sannlík.

 

Men tann, sum í dag hevur hug til at fíggja landsstýrið við at lána tí pening, sleppur ikki til tað.

 

Orsøkin er, at landsstýrið er farið í hóslag við útlendsk áhugamál um at hjálpa útlendskum spekulantum.

 

Sum er hava tær almennu Føroyar eina skuld, sum er um tríggjar milliardir krónur, og hetta er sera lítið. Vit hoyra viðhvørt, at landsstýrið skrivar út lánsbrøv. Men hvør keypir tey?

 

Tað eru ikki føroyingar. So títt og knapt tey eru útskrivaði, verða tey keypt upp av útlendskum íleggjarum. Orsøkin til hetta er, at onkur vil sæta sær og sínum, og teir gera metingar av váðanum av hesum lánsbrøvum. Teir siga so íleggjarum frá, at váðin av at lána til Føroyar er størri enn av at lána til onnur lond, og tí má rentan verða hægri. Teir íleggjarar, sum vita at Føroyar ongantíð hava sýtt fyri at gjalda sína almennu skuld, síggja beinanvegin at her er ein gloypibiti, og skunda sær at keypa hesi landskassalánsbrøv. Rentan er hægri enn av nøkrum øðrum lánsbrøvum.

 

Hvør skal gjalda hesa yvirrentu?

 

Tað ger landsstýrið, og harvið skattgjaldararnir. Hvussu stór yvirrentan er kunnu tað vera ymsar meiningar um, men talan er um nógvar milliónir á hvørjum ári, sum føroyski skattgjaldarin noyðist at rinda.

 

Vert er at minnast til, at hetta er peningur, sum skal gjaldast útlendingum við at flyta út vørur og tænastur. Øðrvísi hevði verið um vit høvdu innlendska skuld.

 

Nú øll orsøk er til at rokna við at okkara almenna skuld fer at vaksa, er rætta løtan at fáa skil á.

 

Tað kundi hent við at tað almenna skrivaði út lánsbrøv upp á landskassan. So leingi vit eru í peningasamgongu við euro-økið og harvið Danmark, kundu hesi lánsbrøv havt somu rentu sum donsk lánsbrøv. Í løtuni er henda renta negativ.

 

Men hevði nakar vilja lænt landskassanum pening til negativ rentu?

 

Sum er verður tað gjørt allastaðni.

 

Tað eru nøkur fólk sum hava reiðan pening. Tað er gott at hava tá ið neyðugt er at gjalda rokningar. Men alt kann henda. Verður peningurin goymdur við hús kunnu húsini brenna og peningurin við. Tjóvar kunnu bróta inn og stjala, og mangt annað ringt kann henda. Harumframt kann tað almenna prenta meir av peningi, so tað sum liggur á kistubotninum verður minni og minni vert, og tá gevur tað sera negativa rentu. Sama er støðan um peningurin verður nýttur til at keypa gull og gimsteinar fyri. Alt hetta kann forfarast, og virði kann skifta dag frá degi.

 

Men kunnu vit ikki seta okkara álit á bankarnar?

 
Tað eru tað mong sum gera. Men teir kunnu eisini fara um koll. Sum er hevur tað almenna eina skipan sum tryggjar tær fyrstu 745.000 krónurnar, sum standa inni í bankunum. Fer ein banki á heysin, so er vandi fyri at missa tað sum er omanfyri hesa upphædd.

 

Men ber ikki til at gera íløgur í partabrøv í vinnulívsfyritøkum? Hetta loysir seg væl viðhvørt, men her kann so mangt óvæntað henda, og mong eru tey, sum hava brent seg illa.

 

Men tað, sum verður lænt til landskassan hvørvur ikki. Landið hevur rætt til at krevja upp skatt, og so leingi tað hevur henda myndugleika, kunnu smáspararar keypa landskassalánsbrøv og hava trygd fyri, at teir ikki missa tað teir hava spart upp.

 

Vanliga verður sagt, at hetta ikki ber til, tí bankarnir hava brúk fyri øllum gjaldføri. Tí hava politikarar okkara huglað um bankarnar og hjálpt teimum á einhvønn hátt.

 

Men hetta var fyrr. Nú er støðan tann, at bankarnir eru um at kódna í øllum tí gjaldføri, sum teir hava. Høvuðsuppgávan hjá bankunum er at síggja til, at vinnulívið fær rakstrarfígging. Tí skulu teir finna fram til fyritøkur, sum hava førleikan til at yvirliva. Her er fyrsta treytin at tann sum kemur inn at lána hevur trygd fyri íløguni í virkinum. Trygdin kann sjálvandi vera føst ogn, men tær kunnu sveiggja í prísi. Men besta trygdin fyri bankan eru landskassalánsbrøv. Teimum er álit í, og eru eins góð trygd sum reiður peningur.

 

Tí er nógv sum bendir á, at tað er nú vit hava røttu løtuna til at lata landskassan skriva út lánsbrøv sum vit kunnu keypa. Samfelag okkara hevur tørv á nógvum milliardum fyri at vinna á tí nosi, sum okkum nú er fyri. Tey sum hava avlopsgjaldføri eru fús til at keypa landskassalánsbrøvini, og vit skulu bara tryggja okkum, at tað ikki vera útlendskir spekulantar, sum halda fram við at eyðræna okkum vit at fara avstað við teimum!

 

Gera vit hetta, so vera vit nógv betri før fyri at standa okkum tá eitt annað bakkkast kemur.

 

Zakarias Wang   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja