Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú mugu vit halda fast

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  03.04.2020 - 16:43 Tíðindaskriv

Uppgávan hevur sanniliga ikki verið løtt, men higartil hava vit megnað tað, ið vit sum samfelag settu okkum fyri. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi fyrrapartin.

”Tíbetur er støðan góð hjá okkum í løtuni. Og eg má leggja dent á: í løtuni. Vit eru tíverri ikki komin á mál. Vit mugu framvegis taka neyðug fyrilit fyri at forða, at smittan breiðir seg ov skjótt,” segði løgmaður.

Føroysku smittutølini eru óvanliga góð sammett við onnur lond, og uttanlands er stórur áhugi fyri tí, sum Føroya megna. Útlendsk serfrøði og útlendsk fjølmiðlafólk venda sær javnan til okkara við fyrispurningum um, hvussu vit bera okkum at.

”Eg kann errin og við størsta takksemi siga, at higartil hava vit megnað uppgávuna sera væl,” segði løgmaður og nýtti høvið at takka øllum somlum fyri innsatsin.

 

Ógvuslig inntriv

Fyri trimum vikum síðan var stóra virksemið og bjørtu útlitini burturúr mest sum ongum rykt frá okkum. Eftir fáum døgum minkaði eftirspurningurin í summum vinnugreinum burtur í einki. Inntøkugrundarlagið hjá fleiri fyritøkum fór at skinkla, samstundis sum rokningar fyri húsaleigu, el, hita, trygging o.a. skulu rindast.

Samfelagið varð sett niður í ferð og mælt varð til ógvuslig inntriv í okkara sterku sosialu felagsskapir, okkara tøttu sambond og ríka útilív. Tvær høvuðsorsøkir vóru til víðfevndu tiltøkini.

 

Skulu lata upp aftur

Heilsufakligu myndugleikarnir, embætisverki og politikarar umrøða nú, nær og hvussu samfelagið kann lata uppaftur.

Sum samfelag hava vit ongantíð verið í hesi støðuni, og tað er ikki lætt at finna røttu javnvágina.

Løgmaður segði á tíðindafundinum, at eftir ætlan verður ein ætlan løgd fram fyri páskir, hvørji stig verða tikin í mun til at seta ferðina í samfelagnum uppaftur.

”Eitt er kortini púra vist. Okkara samfelag verður ávirkað av smittuvandanum leingi afturat. Tað var ein tíð fyri koronasmittuna, tað er ein onnur tíð við koronasmittuni, og tað verður ein øðrvísi tíð eftir koronasmittuna.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari