Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðndafundinum fyrrapartin | Mynd: Sverri Egholm

Hjálparpakki 2 lagdur fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.04.2020 - 18:52 Politikkur Tíðindi Vinna

Á tíðindafundi í morgun kl. 11 kunngjørdi Landsstýrið tann 2. hjálparpakkan, og var hann fyrst og fremst ætlaður smærri vinnurekandi, ið ikki hava somu atgongd til fígging sum tær størru fyritøkurnar. Eisini vóru justeringar gjørdar í mun til hjálparpakka 1. Full semja er ikki millum samgongu og andstøðu um hendan pakkan.

Á tíðindafundinum varð lagt út við at siga, at fyribils er ætlanin framvegis, at Corona-tiltøkini standa við fram til og við 2. páskadag, 13. apríl. Tá er ætlanin varisliga at starta samfelagið upp aftur. Væntandi kemur ein útmelding um hetta í fyrru helvt av komandi viku, sonevndu stilluviku ella dymbildagaviku. Men áðrenn tað hevur altso verið neyðugt við higartil tveimum hjálparpakkum og helst einum triðja seinni.

 

Hjálparpakki 2 er í stuttum hesin:

Fyritøkurnar, ið kunnu skjalprógva at hava mist 50% av umsetninginum í mun til sama ársfjórðing í fjør, kunnu søkja um at fáa endurgoldið 75% av útreiðslunum. Roknað verður við apríl, mai og juni. Útgoldið verður forskotsvís, og seinni verður tað so regulerað. Tað vil siga, at gongur tað óvæntað væl fyri eina fyritøku, ið hevur móttikið stuðul, skal hon rokna við at gjalda aftur.

Millum treytirnar, ið verða settar fyri at fáa lut í Hjálparpakka 2, er m.a. ásett, at stjóralønin í fyritøkuni ikki skal fara upp um 600.000 krónur í eitt ár, og fyritøkan skal heldur ikki rinda vinningsbýti í 3 ár. Eisini er eitt hámark sett á, áljóðandi 80.000 krónur um mánaðin ella 240.000 krónur yvir teir tríggjar mánaðir.

Sum upphæddirnar eisini siga, so var dentur á øllum fundinum lagdur á, at pakkin einamest er ætlaður smærri vinnurekandi. Hóast stórar fyritøkur ikki eru útihýstar, eru upphæddirnar av eini stødd, ið ikki gera pakkan so attraktivan fyri størri fyritøkur. Umframt beinleiðis endurgjaldið fáa fyritøkur eisini útsett sín tollkreditt í 3 mánaðir. Hetta er útreiðsluneutralt, soleiðis at skilja, at fyritøkurnar skulu rinda tollkredittin seinni. Ætlanin við hesum er bert at geva fyritøkunum likviditet her og nú.

Broytingarnar í mun til Hjálparpakka 1 vóru, at nú verða pensionistar eisini tiknir við. Teir sum eru sjúkir ella settir í sóttarhald, fáa hálvan sjúkradagpening, og tey sum hava inntøkumiss vegna Corona, fáa umleið hálvt ALS-útgjald. Orsøkin til at satsirnir eru hálvir er, at pensionistar fáa bæði fólkapensión og Samhaldsfasta.

Á fundinum kom eisini greiða á, at fótbóltsleikarar í ALS ikki fara at fáa útgjald í ein mun, sum merkir, at teir fara upp í løn í mun til hvat teir annars høvdu forvunnið.

Kostnaðurin av Hjálparpakka 2 er umleið 100 milliónir, bleiv sagt á fundinum, eins og tað varð sagt, at ein Hjálparpakki 3 eisini er í gerð. Ætlandi verður Hjálparpakki 2 samtyktur áðrenn páskir. Tað kom fram, at andstøðan ikki var samd við hesum seinna hjálparpakkanum, og kundi hugsað sær at hjálpt meira her og nú.  

Í komandi viku verður støða tikin til at lata samfelagið upp aftur, og eftir páskir verður støða tikin til ein møguligan Hjálparpakka 3.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB