Lýsing
Lýsing
Lýsing

Um Skálanes í Herjaskor

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.04.2020 - 13:32 Mentan Tíðindi Vinna

Her nakrar myndir eysturi í Íðuni og í Herjaskor. Hví nesið hevur fingið navnið Skálanes eru deildar meiningar um. Fyri nakað síðani kom Óli Lydersen niðan á Norðlýsið og vísti eina mynd av Skálanesi tikin av Uppsalabø onkustaðni. Hann helt, at Skálanes upprunaliga hevði verið nevnt Skallanes. Hetta ímyndaði hann sær var komið av at ovasti parturin av nesinum, tá tú sært hann frá niðri í Toftum við Borðoyarvík líkist skallanum á fólki.

Fyri kortum var eg saman við øðrum ein túr við gomlu ferjuni Capella, fyrr Sildberin. Leiðin gekk um av Norðoyri um Skálanes, Syðratanga, Norðratanga og norðuri í Sund. Komnir um Norðratanga gjørdist ov myrkt til myndatólið, tí gavst eg har at taka myndir.

 


Fyri at siga nakað um myndirnar, havi eg fingið Jóhan Ziska Høgnesen av Norðoyri á Norðlýsið at siga eitt okkurt um tað, myndirnar vísa.

 

 

Eysturin í Holinum. Skálanesbogin. Gamalt var, sigur Jóhan Ziska, at skalt tú vera uttanfyri bogan, so skal røðin á Brattaenni vera undan Gjógvarenni. Á myndin i liggur Hagagjógv á Uppsalalandinum við Skálanes. Eysturi í Holunum kanst tú royna dygst við klettin við snøri. Teir gomlu hildu tað vera góða snørisleið, at dríva frá bogunum og eystur við holunum. Har er eisini ofta kópur at síggja tí gott seiðapláss er. Eggin omanfyri er Nærabergseggin. Tá menn fóru eystureftir á landi at hyggja til seyð og sovorði, bleiv sagt at teir fóru eystur gjøgnum Berg ígjøgnum ovara ella niðara gøtuhjalla.



Gjógvarenni. Duritutorva markerað. Sagt var um Duritu, at hon hevði lagt ást saman við ein húskall, men at húskallurin vildi ikki samráðast við hana. Tí fór hon aftaná, einaferð hann skuldi á fjall. Men húskallurin otaði seg undan og tískil rak hon hann oman í Duritutorvu har hann ikki kundi koma longur. Illar tungur vildu vera við, at Durita var við barn áðrenn hon kom aftur á Skálanes.

Um Gjógvarenni verður millum annað sagt, at har skulu vera 60 favnar inn á botn í gjónni. Góð snørisleið er uttanfyri  og eitt mið skal vera tá gjógvin er opin og Taravíkstangi undan Skálanesi. Økið á havinum her, av Skálanestanga og eystur í Syðratanga kalla menn her fyri Íðan ella eysturi í Íðuni. Um tú setur línu her, so er skjótt at fáa fløkju, tí Íðan rekur heim tveir tímar undan hvørjum sjóvarfalli.

Brattenni og Gjóvin í Djúpu

Úr Skorini og til hús, gingu menn ofta gjøgnum miðvegin, ið er niðasti grøni bletturin omanfyri Brattenni. Við gjónna Djúpu varð nógv sítt eftir havhestaeggum fyrr í tíðini. Hendan gjógvin er markið ímillum Miðhagan og Skorina.

  

Syðritangi við Skoramunna í baksýni.

Á Syðratanga sæst partur av gomlu rættini i Skorini. Í dag reka menn niðan á og heim á Oyrar. fyrr varð seyðurin tikin her og førdur heim við báti. Seyðurin var ofta tikin niður vestan til á Syðratanga. Antin bleiv seyðurin leiddur beint oman til bátin, ella heim um tangan. Tað var ikki vandaleyst at arbeiða við báti her í samband við fjallgongu. Vit skuu verða glaðir fyri at ongin maður fór fyri einki.

 

Norðratangi í baksýni Hiplingadalsá

Norðratangi er norðasta á Skorini. Tað sigst at 600 lundar eru í gomlum døgum fleygaðir her ein dag. Tað tíðina átti lundi kring alla Skorina.

Syðratangi og Lishøvdi

Ovast uppi Gerðhamar og Urðin á klettinum.

Tey trý holini í Herjaskorð. Her kundi vera nógv brim og tó kundi man taka seyð í bátin. Tøkugarðurin er har sum pelarnir síggjast á myndini. Hagani var seyðurin loraður niður sjálvt í nógvum Brimi. Longst til høgru hómast Herjaskorðagjógv. Tøkugarðurin stendur á Stígnum. Men so mikið av brimi er, at tað mesta, sum er rigga til har um summarið, fer av brimi um veturin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni