Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sunnan fyri Suðuroynna sæst endin á brúgvalagnum, sum kemur við øllum hesum regninum. Um nakrar tímar er tað rikið norður um Føroyar, og eftir tað er turt. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Minkandi vindur seinnapartin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.04.2020 - 10:59 Tíðindi Veðrið

Vindur og regn í morgun. Tað er suðurætt, 13 til 18 m/s.

Vindurin skundar sær av leiðunum í Suðurevropa til eitt lágtrýst, sum er statt vestan fyri Skotland.

Luftin er lýggj – hitin kring landið er 6-7 stig.

Regnið kemur úr einum samanrunnum brúgvalag. Tað er har sum hendan lýggja luftin trokar ta køldu luftina norðureftir.

Tað fer at slíta í ein ella tveir tímar eftir middag í dag, og vindurin fer at minka. Fyrst í suðri og so eina løtu seinni norðanfyri.

Eftir tað er tað ælaveður, og 7 – 12 m/s úr suðuri. Í kvøld eitt sindur tættari ímillum ælini.

Hendan lýggja lágættin fer at koma sunnaneftir (ella úr útsynningi) næstu 2-3 dagarnar saman við ælaveðri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…