Lýsing
Lýsing
Nýggja fløgan hjá Hallur Joensen verður eftir ætlan á marknaðinum í mai mánaða. Hallur Joensen framførdi tvey av nýggju løgunum ígjárkvøldi og tey fóru beint inn. | Mynd: Norðlýsið

Hon skrivaði bræv og riggaði av, ímeðan eg svav

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.04.2020 - 18:24 Mentan Tíðindi Vinna

Talgild medmenniskju stóðu saman fyri triðju ferð í gjárkvøldið. Millum stóru inntrykkini herfrá vóru frumframførslan hjá Hallur Joensen, ið heilt sikkurt verður eitt hitt. Skúlin verður liðugur áðrenn summarfrítíðina og vinnulívsfólk eru jalig hóast truplar tíðir orsakað av koronasmittuni.

Konseptið við leygarkvøldssendingini hjá Norðlýsinum og Spaniastovu, tí við trimum sendingum ber til at tosa um eitt konsept, legði sum vant út við eini stuttari vælkomu frá Jógvani Andriasi Joensen í Leikalund, sum aftur var karmur um sendingina hesaferð. Síðani fekk verturin Ragnhild Ellingsgaard orðið og presenteraði skránna fyri kvøldið. Aftur hesaferð var Leikalund karmur um tónleik og samrøður við umboð fyri kommununa og vinnulívið í kommununi.

Tónlistaligi parturin varð býttur millum alskyns góðar kreftir. Lagt varð til brots við Halli Joensen, Jóan Petur Hansen, “Beddi”, og Paula Magnusson, ið spældu fleiri countryløg. Teir stóðu, umframt fyri byrjanini, fyri tveimum intermezzo’um millum samrøðurnar í sendingini. Hallur Joensen varð sjálvur spurdur, hvussu hann handfór støðuna, og hann læt væl at; hann hevði m.a. havt eina heimakonsert, ið varð væl móttikin. Seinni í sendingini vóru tað Magni Husgaard og Ingibjørg Hansen, ið framførdu yrkingina hjá Janusi Djurhuus við lagi eftir Jógvan Waagstein, “Í búri”, eins og “Memory” eftir Andrew Lloyd Webber. Ein sera vøkur løta. 

Sjálvsagt varð álvarsama støðan við Coronasmittuni, ið er sjálv orsøkin til at vit nú noyðast at halda trygga frástøðu, tá vit standa saman, umrødd í sendingini. Til at gera tað var Beinta Klakkstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung hjá Klaksvíkar Kommunu komin í leikalund at greiða frá. Sum hjá øllum øðrum var støðan komin púra óvart á, men forkvinnan helt, at tað hevði eydnast væl at lofta støðuni og tillaga seg. Loysnir eru eitt nú funnar til teirra, sum ikki fáa arbeitt heimanífrá og tí framvegis hava tørv á barnaansing.

Sum heild varð mett, at mong fólk hava dugað væl at fáa tað besta burturúr støðuni. Tey flestu hava fingið ein heilt øðrvísi gerandisdag, men tað hevur ikki bara verið ringt. Børn og ung duga sera væl at tilpassa seg, men hjá summum er tað ein stórur trupulleiki, at børn og ung sum ikki hava tað gott heima við hús og tí hava sæð barnagarð og skúla sum eitt frírúm í tí dagliga, eru noydd at vera heima, har tey ikki hava tað gott. Beinta Klakkstein slóð eisini fast, at skúlabyggingin verður liðug áðrenn summarfrítíðina.

Saman við barnagørðunum eru skúlar teir, sum merkja einamest til tiltøkini. Øll undirvísing frá fólkaskúla til fróðskaparsetur er flutt út á internetið, og harímillum finna vit miðnámsskúlarnar. Karin Kirke Petersen, lærari á Tekniska Skúla, og Oddvør Josephsen, næmingur, eisini á Tekniska Skúla, vórðu komnar í fyrrverandi kongaliga einahandlinum at greiða frá, hvussu undirvísingin fyrigongur fyri tíðina.

Skúlagongdin á Tekniska Skúla er skipað soleiðis, at tey brúka eitt forrit (Teams), har kalendari og skúlating verða løgd út, so næmingarnir kunnu fyrireika seg. Sum heild er ikki tann stóra innihaldsliga broytingin viðvíkjandi tilfari og skúlatingum, meðan undirvísingarhátturin er heilt øðrvísi. Karin Kirke greiddi frá, at næmingarnir vóru sera dugnaligir at hjálpa til, um lærarin hevði tøknitrupulleikar. Næmingurin Oddvør Josephsen tók undir og segði, at næmingarnir eisini kundu hava tøknitrupulleikar, men tað sum størstur saknur í, var tað sosiala og seinastu skúladagarnir hjá teimum á triðja ári.

Tvey umboð vóru fyri vinnulívið hesa ferð. Fyrst var tað Mimmy Vágsheyg, ið eigur og rekur Café Fríðu. Hon segði frá, at avgerðin at lata aftur hevði verið løtt at taka, tí sum eitt stað við nógvum ferðafólkum var caféin serliga útsett fyri smittuni. Seinni varð lagt um til takeaway, ið hevur verið heilt væl móttikin, men ikki kann samanberast við at hava opið sum vant. Umsetningurin er nógv minkaður, og harvið eisini inntøkurnar. Enn visti Mimmy ikki at siga, um hennara fyritøka fer at fáa hjálp úr Hjálparpakka 2, men størsti parturin av starvsfólkahópinum verður loftaður av ALS.

Seinni vinnulívsgesturin var Hanus Hansen, stjóri í JFK, sum júst er komin úr einum 14-daga sóttarhaldi. Hann hevur verið í bæði Turkalandi og Noregi og kom aftur 14. mars, haðani hann fór beinleiðis í sóttarhald. Hann læt væl at tíðini í sóttarhaldi, burtursæð frá at hann ikki fekk sæð børnini og abbabørnini og mátti halda frástøðu til konuna, ið arbeiðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Annars greiddi Hanus Hansen frá, at uppsjóvarskipini klára seg væl í kreppuni, og óvæntað væl fyri frystilínuskipini og patrolararnar hóast alt. Hinvegin eru ísfiskatrolararnir hart raktir, tí marknaðurin er uppsteðgaður. Teir sleppa ikki av við fiskin, í øllum føri ikki fyri ein rímiligan prís. Gadus er eisini eins hart raktur, og har eru yvir hundrað milliónir í klemmu. Á Kósini arbeiða tey enn, meðan NFCS er afturlatið. Enn gongur sostatt tað nøkulunda í samtakinum, men um støðan heldur fram í 2 mánaðir afturat, kann tað gerast heilt álvarsamt.

Enn ein væleydnað sending endaði við felagssanginum “Lívið er ein lítil løta”, har trio’in við Halli, Bedda og Paula sang og spældi undir. Ljóð, ljós og pallsetingin virkar betur og betur. 

Í skrivandi løtu hava góð 6.500 klikt seg inn á sendingina. Hálvurannar tími av góðum undirhaldi og samrøðum, ið kunnu síggjast her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…