Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reyði Krossur takkar stuðlum og sjálvbodnum í hjálparnetverkinum

SKRIVAÐ: Reyði Krossur  |  08.04.2020 - 17:47 Tíðindaskriv

Tá koronasmittan av álvara byrjaði at gera um seg í Føroyum, setti Reyði Krossur Hjálparnetverkið ímóti COVID-19 á stovn, til tess at stuðla borgarum, ið onkursvegna hava avbjóðingar av koronakreppuni.

Í Hjálparnetverkinum eru higartil áleið 120 sjálvboðin, ið á ymiskan hátt hava víst framúrskarðandi førleikar og vilja til at hjálpa sínum medmenniskjum.

Yvir 100 borgarar kring landið hava higartil fingið hjálp, eitt nú  frá vitjanarvinum, við mat- og klædnahjálp, koyring í heimauppihald ella sóttarhald og við praktiskum uppgávum, sum t.d. innkeypi. Harumframt hava fleiri fingið ráðgeving frá professionellum sálarfrøðingum.

Betri, Bakkafrost, JFK og Fólkakirkjan hava latið stórar og kærkomnar peningaligar gávur fyri upphæddir ímillum kr. 100.000 og kr. 200.000.

Við stuðli frá m.a. JFK, Leif Mohr, Krás og Sandá, er Reyði Krossur farin undir virksemið Mathjálp, ið letur frystan døgurðamat til familjur og einstaklingar, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Bilasølan Auto Service og bilaleigarin Avis hava latið Hjálparnetverkinum mini-bussar, soleiðis at sjálvboðin í Hjálparnetverkinum kunnu koyra borgarar í heimauppihald ella sóttarhald.

Aðrir týdningamiklir stuðlar, ið hava latið gávur til Hjálparnetverkið, ella latið góðan avsláttur, eru Framskák, Bilrøkt, PM, FK, umframt hópin av privatpersónum og smærri bólkum.

Reyði Krossur takkar hjartaliga bæði stuðlum og sjálvbodnum í Hjálparnetverkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…