Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tvær royndar miðlakvinnur og ein óroyndur miðlamaður, øll úr Havn, kjakast um miðlingina av strategiini hjá myndugleikunum. | Mynd: kvf.fo

KvF aftur í somu suggu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.04.2020 - 21:42 Leiðarin Tíðindi

Eftir veruliga at hava brillerað við góðum tíðindaflutningi og ektaðum public service undir Corona, tykist Kringvarpið aftur at vera vent aftur til gomlu nalvaskoðanina, sum var galdandi frammanundan.

Mánakvøldið 20. apríl sóu vit fyrst eitt innslag úr Lítlaskógi í Havn. Síðani var eitt innslag um at nakrir boltar vóru brotnaðir í Tórshavnar Havn. So var lukkutíð eitt gott og sakligt innslag av flogvøllinum og ein samrøða við fútan. Men so fekk borgarstjórin í Havn aftur mikrofonina og slapp í heilar 7 minuttir at greiða frá, at tey ikki vildu hava ferðamannaskip at fara til aðrar kommunur heldur, men at tey fóru at halda ólavsøku.

Eftir hetta var eitt innslag við løgmanni í túninum hjá Kringvarpinum sjálvum í Sortudíki í Havn, og at enda eitt kjakumfar við tveimum miðlafrøðingum, báðum úr Havn.

Hetta stendur í álvarsamari kontrast til tann sakliga og upplýsandi tíðindaflutningin, vit í aðrar mátar hava sæð í Døgum og Vikum síðani miðjan mars og fram til dagin í dag. Vit hava fingið tíðindi, sum hava verið viðkomandi fyri flest allar føroyingar, oftast drúgvari enn vit kenna tær, og har farið hevur verið í dýpdina við serfrøðingum og myndugleikunum. Men nú tykist gerandisdagurin vera komin aftur í Sortudíki, og 4 av 5 innsløgum vóru aftur úr Havnini.

Vit standa spyrjandi. Tá nú Kringvarp Føroya hevur prógvað í meira enn ein mánað, at tey væl eru før fyri at framleiða dygdargóðan public service-journalistikk, hví venda tey so aftur til ta gomlu nalvaskoðanina? Er orkan uppi? Er tað vantandi játtan? Hevur stjórin tikið billyklarnar frá starvsfólkunum?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið