Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sebastian Avanzini vann stórsteypið í sínum einasta skrásetta dysti fyri KÍ. | Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo

Sebastian Avanzini og KÍ steðga samstarvinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  29.04.2020 - 17:17 Ítrottur Tíðindi

25 ára gamli vongurin kom til KÍ frá AC Horsens undan kappingarbyrjan.

Sebastian Avanzini hevur í kvøld sína síðstu venjing í KÍ. Hann og KÍ eru samdir um at steðga samstarvinum. Korona og tann stóra kulturella broytingin er orsøkin til, at Sebastian ynskir at flyta aftur til familjuna í Keypmannahavn.
- Eg kom til KÍ í januar og havi trivist væl saman við leikarum, venjarum og leiðslu felagsins og havi alt gott at bera felagnum. Hinvegin má eg viðurkenna, at familjan hevur fylt mínar tankar síðstu vikurnar, serliga nú koronasóttin avmarkar mínar møguleikar at vitja foreldur og systkin míni, sigur Sebastian Avanzini.
- Vit hava verið glaðir fyri Sebastian hesa tíðina í KÍ. Bæði vit sum felag og hann sum persónur hava arbeitt hart fyri at fáa tað at eydnast, og hann hevur ment seg. Men hann hevur havt trupult við at fella til í Føroyum, og vit høvdu ein sáttmála, har møguleiki var at steðga samstarvinum áðrenn tíð. Tað hevur hann havt ynski um, sum vit hava virt, sigur Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ.

Uppá fyrispurning um KÍ fer at styrkja hópin nú ein leikari er farin, sigur Mikkjal, at KÍ framvegis arbeiðir við at fáa Abubakar Ibrahim úr Nigeria, sum gjørdi sáttmála við KÍ síðst í 2019, til landið. Seinni verður støða tikin til, um hópurin skal styrkjast meir, tá flytingarvindeygað letur upp 15. juni, sigur KÍ-venjarin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…