Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jákup B og Klakkur fara at sigla heim

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.05.2020 - 11:27 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyri løtu síðani fingu vit fatur á øðrum av framkomnu línubátunum hjá norðoyingum, Jákup B. Saman við Klakki hava teir roynt undir Eysturgrønlandi.

Vit fingu fatur á John Kára Jacobsen, stýrimanni á Jákup B, sum hevði vakt á brúnni tá vit ringdu. John Kári sigur, at tað hevur gingið sera væl hjá teimum hendan túrin. Vit fóru av Klaksvík 8. apríl og royndu 2 dagar undir Føroyum fyrst, bara fyri at royna skipið og útgerðina, síðani fóru vit at sigla vestureftir, málið var Eysturgrønland. Vit høvdu sett okkum fyri, at fingu vit eini 8-10 tons upp á dagin, so var tað væl.

15. apríl byrjaðu vit fiskiskap her. Vit ætlaðu at royna longur suðuri enn vit hava verið, men har var ikki atkomandi fyri ísi tá, so vit hava verið longur norðuri. Sigast má, at fiskiskapurin hevur verið góður. Vit hava fiska tað í miðal upp á dagin, sum vit settu okkum fyri, og væl tað og sum ætlanin liggur nú, so fara vit at sigla ímorgin á miðdegi har á leið. Tó, tað passar soleiðis, at frídagur er heima fríggjadagin, tá vit rokna við at vera heima um siglt verður eftir ætlanini í morgin, so kanska finna vit uppá eitthvørt annað, eitt nú eftir svartkalva á djúpum vatni, men tað er óvist.

Veðrið hevur verið sera gott á túrinum, onkran sjaskdag hava vit havt, men onki at tosa um. Vit hava eisini sæð okkurt til ís, men ísur hevur slet ikki tarnað okkum, sigur John Kári Jacobsen, stýrimaður á Jákupi B at enda.

Um Klakk fingu vit at vita frá Bethuel Johannesen, ið er heima hendan túrin, at Klakkur væntandi fer at sigla eftir miðnátt í kvøld. Bethuel segði at teir so roknaðu við at kunna landa fríggjadagin, men tað er eitt sindur óvist, orsakað av at fríggjadagurin er frídagur. 

Bæði Klakkur og Jákup B hava fulla last nú teir eru um at fara at sigla heim. John Kári Jacobsen á Jákupi B segði áðrenn hann legði rørið á, at um farast kundi eftir veðurforsøgnini, so sá út til at teir fóru at fáa eina sera góða heimferð tvørtur um havið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…